lørdag den 26. april 2014

Kanska er tað eisini spæl ...

Kanska er tað bara spæl ...


Ótrúliga forvitnislig framsýning lat upp niðri á Skálatrøð í gjár.
Listameistarin Hanni Bjartalíð is back!
Aftur hesaferð hugtekur hann meg og tekur meg totalt á bóli! Alt er nýtt og annaðleiðis, og tó so kann eg við vissu siga: hettar er Hanni og eingin annar enn Hanni. Ein uppliving av teimum stóru.
Uppliving fyri eygu, sinn og sál. 

Myndir, er allarhelst ikki rætta orðið at brúka, um tað, sum Hanni ger. Men eg kalli tað so myndir, standmyndsmálningar kanska og standmyndir, men tað riggar heldur ikki til Hanna. Kinna hevur lýst hansara arbeiði so væl, bæði á føroyskum og enskum máli, so tað nýtist ikki mær at gera. Vil bara vísa til hennara tekst.
Hann er ein listamaður, ið hevur nógv um at vera í løtuni. Og ein listamaður, ið hevur nógv uppá hjartað.
Hann arbeiðir við eini stórari verkætlan í Manchester í Englandi. Spennandi projekt við skapum, ljósi og skugga.

Kanska gera vit eina ferð til Manchester, tá framsýningin letur upp!! Uttan iva fáa vit fylt flogfarið upp. Og leypa trý pláss av, so kunnu tríggir fótbólts fjepparar sleppa við eisini.

Tríggjar fyrstu myndirnar, eg havi sett inn eru allar úr Manchester. Her er aftur ein annar listabúni. Og tó eru vit ikki í iva um, at hettar er Hanni Bjartalíð. Hann experimenterar og spælir sær við tilfarinum og listarliga snildi sínum. Trúgvi ikki, at tað er fornermisligt at siga, at listafólk spæla sær við sínum arbeiði. Tí spæl av slíkum slagi, sum hesum, er rámasta álvara, sjálvsagt, akkurát sum tað er fyri børn, tá tey spæla.

Eg hugsi ofta, um hann er greiður yvir tá hann byrjar uppá eina "mynd",  hvussu hon skal verða, tá hon er liðug. Eg giti, at hann hevur eitt mál, men at hann ofta letur seg letur seg lokka ymiskar vegir í arbeiðsprosessini.

Hanni Bjartalíð hevur aftur glett meg við feitastu framsýningini í ár hugartil!

Minnist so væl fyrstu myndirnar eg sá hjá honum fyri nógvum árum síðan.
Eg var rættiliga ótrygg. Visti ikki hvat eg skuldi meina og halda. Øgiliga skeptisk. Hevði næstan hug at siga sum summi: skal hattar vera list? skal man til útlond at nema sær útbúgving og koma aftur at vísa okkum hettar? hmmm!! forferdiliga nógvar spekulatiónir og rukkur í pannuni. Men myndirnar fingu okkurt at vakna og liva í mær. Eg mátti yvirgeva meg. Og so fór eg at flenna, og so var latið upp inntil góðtøkuna og eg varð seld. Síðan hevur Hanni verið ein av mínum yndislistafólkum. 

Steinprent er eitt fantastiskt stað í metropolinum. Og fert tú uppá møtir tær hendan orange litta hurðin. Hanni hevur sæð møguleikan fyri bláu myndini umgangandi og her hongur hon einastandandi væl!  

Líka nógv listaverk eru uppiá í Steinprent, sum niðri í framsýningarhølinum. 


 





Listaframsýningin er opin hvønn dag!! og tit kunnu ogna tykkum eitt ella fleiri av verkunum, ið eru framsýnd!