søndag den 4. december 2016

Jólini eru gávutíð

Jólabræv 


Fíggjarlógin 2017 skal samtykkjast í seinasta lagi 31. desember 2016

Børnini gleða seg. Vit vaksnu leggja nógv fyri, at alt skal verða klárt til stóru høgtíðina. Hugni, matur og gávur. Hettar er ikki tíðin at ørkymlast og hugsa tankar, ið ikki eru um reyðar sloyfur og knirkandi jólapappír.

Men hóast tað, so eru vit nøkur, ið ikki ordiliga kunnu sleppa gleðini leysa. Akkurát sum tá tú hevur ein stein í skónum, sum liggur har og minnir teg á, at tú skalt ikki ganga her og vera alt for glað, so liggur hettar og gnagar og vit fáa ilt, ikki bara í fótin.
Vit, Felagið fyri Lesi- og Skriviveik,  góvust í Lesihúsinum í Tróndargøtu 24. november. Vikuna áðrenn var uppslag at lesa á uppslagstalvuni, har vit vórðu biðin um, ikki at taka nakra undirvísing ella líknandi uppá okkum áðrenn 4. januar 2017. Var onkur, ið hevði hjálp fyri neyðini til dømis til hjásitara til próvtøku, máttu vit fara til avvarðandi stovn at biðja tey gjalda.

Okkara játtan fyri árið 2016 er uppi.

Arbeiði er tó ikki uppi.

Vanligt er, at børn og foreldur jubla, tá tey fáa jólafrí, men eingin í Tróndargøtu jublaði.Tvørturímóti.

Vit vildu so fegin arbeitt fram til jóla. Okkara Vinnuháskúlanæmingar, Tekniski Skúla næmingar, Seturs næmingar, okkara bólkur av fólki, ið ongan kjans høvdu, tá tey gingu í skúla  og so tey skúlabørnini, ið hava funnið eina trygga læriholu hjá okkum, tey jublaðu ikki.
Kanska tey hava kent á sær, at vit eru heldur ørkymlaði fyri tíðina?
Okkara í forvegin lítla játtan, 1,6 mill á fíggjarlógini, er skorin við 200.000 kr. Tað er ómetaliga nógvir pengar í okkara arbeiði. Spent bíða vit, hvat fer at henda við aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógini. Vónin er, at hasar 200.000 verða lagdar í aftur okkara játtan.

Uttan at fornerma nakran ella at virka sjálvglað, so haldi eg, at vit róliga kunnu staðfesta, at vit vita best, hvør tørvur er á okkum og okkara arbeiði. Argumentið at skerja okkum er, at okkara arbeiði er partur av fólkaskúlanum. Skilji, hvør í skilja vil. Tørvurin hvørvur ikki, fyri tí um fólkaskúlin nú hevur orðblinda skreening í 3. flokki og aðrar royndir í 4. flokki og 6. flokki. Tíverri má eg siga at tað øvuta er veruleikin. Ongantíð áður hava so nógv sperd foreldur vent sær til okkara, tí barn teirra er “dumpað” til orðblindatestina og skúlin hevur einki at bjóða.
Og annað er so, at okkara arbeiði í høvuðsheitum vendir sær til aðrar aldursbólkar enn fólkaskúlan. Fólkaskúla næmingar upptaka umleið 25 % av okkara virksemi.

Tey, ið ikki hava lesi – og skrivitrupulleikar tætt inn at sær,  kunnu ikki ímynda sær ta sorg, tað stríð og strev hesi børn, foreldur og ungu í útbúgving annars hava. Og so tey, sum ongantíð fótaðu sær, tá tey gingu í skúla.
Hesi, eru okkara næmingar.

Tað er eingin, ið ger tað arbeiði, vit gera. Vit gera ikki bara nakað við lesi- og skrivitrupulleikar, vit gera nakað við alt menniskjað, og tað er umráðandi.
Tað kann vera, at ein næmingur hevur spurningar til Almannaverkið ella skúlaverkið, so hjálpir felagið næminginum.
Altso, tað steðgar ikki í úthurðini her. Tey koma inn og fáa staðfest trupulleikan, sum ofta ikki er so einfaldur, sum tað sær út í fyrstu atløgu. Yvirhøvur hanga aðrir trupulleikar uppií.
So hjálpa vit at fara við honum til viðkomandi skúlar, lærupláss og Mentamálaráðið viðhvørt, tí onkustaðni er hann steðgaður upp í systeminum.
Hetta menniskjað fer ikki til Mentamálaráðið og krevur sín rætt. Felagið fyri Lesi- og Skriviveik er tann røddin, sum veit, hvat næmingarnir hjá felagnum hava rætt til. Her gera vit tað, vit eru ment – við okkara førleika – at leggja viðurskiftini hjá næminginum til rættis.

Vit gera alt fyri okkara næmingar, rætt og slætt alt!

Fólkaskúlin roynir at gera sítt fyri sínar næmingar, men nógv verður lagt á skúlan at orna og seinasta átakið er orðblindatestir. Tað átti at verið so gott, so gott,  men tá neyðugu játtanirnar at taka fylgjurnar av testunum ikki fylgja við, so er lítið vunnið, og so leita tey sær hjálp í Lesihúsinum her í Tróndargøtu. Og eisini tað hava vit merkt í hesum skúlaárinum.

Aðrir lærustovnar megna ikki at taka sær av sínum lesiveiku og orðblindu, tey koma eisini til felagið í stórum tali. So skulu vit skerjast, kemur tað at merkjast hart hjá nógvum.

Vit hava hoyrt, at ein orðblindaflokkur er á Sct. Frans, men eingin veit at siga um hendan flokk, og einki orð stendur á heimasíðu skúlans. Vit hava spurt okkum fyri, men eingin skúli, vit hava tosað við er kunnaður um nakran orðblindaflokk, og MMR svarar ikki fyrispurningi hesum viðvíkjandi, so tað velja vit at taka sum leysasøgu.

So kanska skilja tit, at hesin steinurin liggur her og gnagar seg gjøgnum hold og skinn og jólagleðin ikki ordiliga vinnur inn? Hvat sker, um vit missa okkara játtan?
Vit eru best útbúgvin at taka hesar trupulleikar á okkum. Orðblindalærarar, lesivegleiðarar, serlærarar, Feuerstein instruktørar. Vit gera so fegin tað arbeiði, ið skal til. Men fíggjarligu karmarnir mugu eisini vera til staðar.
Okkara jólaynski er, at játtanin fer at halda tørn.
So rista vit skógvin og halda jól.

Gleðilig jól!

fredag den 17. juni 2016

Hon kom og hon fór

Drotningavitjanin






Soleiðis nevnist ein hugleiðing hjá Williami Heinesen.

Eg skal so ikki royna at koma nærindis hansara genialiteti, men bara stjala yvirskriftina eina løtu.
Somuleiðis loyvi eg mær at lána myndir frá fotografinum Álvi Haraldsen.

Onkur fór næstan til himmals tí gøtudanskt var málið, einasta málið, ið dugur er í, søgdu summi, meðan onnur høvdu meira nuanseraða støðu til tað fyribrigdið.
Og so kemur ein reportaga frá pressufundi. Heldur ørkymlað hoyri eg Finnur Koba kalla gøtudanskt fyri eina føroyska dialekt.

Onkur fekk riddarakross og onnur bóru seg undan.  Onkur vildi ikki sita til borðs við hátignini umborð á Dannebrog, men fegin í Norðurlandahúsinum.  Akkurát sum Jenis á Rana á sinni, ið ikki vildi sita til borðs við samkyndum forseta og krógvaði sína smáligheit aftanfyri sína trúgv, so vildi løgtingsformaðurin ikki umborð á Dannebrog og krógvaði seg aftanfyri sín politiskan lit.
Hartil kann so leggjast, at onnur í sama liti fegin notu ein góðan bita umborð.
Livst so spyrst!

Og tað eru ikki so nógvar meiningar um tað. Tað er heldur enn ikki smáttskorið!!


Annars haldi eg, at alt gekk sum eftir ánni. Eingin datt av ella datt um ella bara datt tó at onkur mundi dottið. Og næstan øll vóru bara glað.



Kingo sangarar loyptu slíkan hvøkk á hennara hátign, at hon mundi dottið. Gott, at nokk av fólki var at lofta henni.
Tað er so ikki gamal siður, at kingosangarar koma krúpandi, syngjandi undan gróti, sum er bundið uppá í øllum ælabogans litum?? Tað hevði óivað loypt hvøkk á so mangan. Men opinbart var tað bert hátignin, ið einki visti. Øll hini vóru væl kunnaði um kingo avrikið.



Myndir Álvur Haraldsen

Vit takka fyri hesaferð!

søndag den 17. januar 2016

Farið um jól og trettanda er..




Farið um jól og trettanda er 

Dag um dag kenna vit, hvussu dagarnir dragna.
Serliga nú, tá sólin í sínum gávumildni forkelar okkara regntungu
eygnalok.

Eg veit, at tað er risky business, at hálova várinum í januar mánaði. Minnist hesa tíðina í fjør, tá Vestmanna varð avbyrgd frá umheiminum í fleiri daga.
Men tað veit denn, tá fleiri fylgjandi dagar eru sum í dag, so kann eg ikki lata vera!!! 
Vit vita tað væl, vit eiga nógv á, tá um veður ræður, men gott er ........
Vit fara at syngja ein løtu:



Farið um jól og trettanda er,
nú dagarnir fara at dragna.
Tá vita vit móti várið ber,
Tá vetraródnin má tagna.

Og foldin hon svav sær langan blund,
goymdi hon grøs, goymdi urtir.
Nú rísa man sól - nú komin er stund,
hon drepandi frost tiðnar burtur.

Nú várvónin rembist - brátt man hon sær brá,
undir snjóhvítu fonn mundi sova.
Hon rassast - hon ernast, í legu hon lá,
og gleðist, nú opin er smoga.
Nyholm Debess


lørdag den 12. december 2015

Leið 100 ein týsdag í desembur!


Busstúrur kl. 14:25




"Pabba, hvat er hattar?... pabba, fer sjafførurin eisini í sela?"..
"Pabba, hví stendur hasin bilurin har....."
Pápin svarar tolin. Allir spurningar hava sítt svar.
" Eg skal koyra buss, tá eg verði stórur, pabba, hví er hasin bussurin reyður....kunnu vit ikki koyra við einum reyðum bussi eisini? ....."
Teir eru tveir. Beiggjar. Og so pápin. Allarhelst hava teir ikki koyrt í bussi til Havnar áður.
Teir njóta túrin. Frøðin lýsur úr eygunum.

 " Vit koyra buss" verður sagt uppísaman. " Og eg havi mist eina tonn!"

Útsýnið í øll borð.

Eg siti sjálv bergtikin og síggi alt millum himmal og jørð, sum eg ongantíð havi sæð, ella bitið merki í fyrr enn í dag.
Ein traktorur, sum stríðist við eitthvørt í Kollfjarðadali, ein sjafførleysur lastbilur, ið stendur við tendraðum lyktum á áljósum degi uttanfyri Fast støðina, ja hvat ger hann har?
Jú, sjafførurin er farin at keypa sær sodavatn, pápin veit!

Tað regnar ikki, tað sirmar, sigur pápin. Og tað passar. Hattar er als ikki regn, tí tá tað regnar, kemur nógv meira regn á vindeyguni og man er noyddur at koyra viskararnar nógv harðari frá!!

Haldi ikki eg havi havt ein betri túr til Havnar í langsamiliga tíð!.
Takk fyri túrin Jón og Kristian og tann tolni pápin. Sum svaraði øllum við einum smíli!



søndag den 25. oktober 2015

Hvítt inni í Børmun í morgun



Vetur


25. oktobur. Fyrsti kavin liggur á Loysingarfjalli og inni í Børmun.
Tað var kalt at møta sjónum í morgun. Gníst og hvin at hoyra á brúnni.

Skaldið kvøður um veturin. Um trølskar nætur og mánaguda gand, um risar, ið skotrast um landið alt.




Vetur

Christian Matras

Snýst nú aftur knøttur, snarast jarðarknóri
- norðurheimur hølist undir døkkum tróðri.

Undir meginlon nú fegnast kuldaandar,
og í trølskum náttum mánagudur gandar.

Vítt um sjónaroyður brestast havsins drekar
- stirvnar streyma áir eins og trøllalekar.

Fyltust allar gjáir av tungum blindum trøllum
- skotrast um alt landið risarnir úr fjøllum.