onsdag den 30. juli 2014

Gult og svart og so órtúliga nógv annað og meira ....




Tankar um Ólavsøkuframsýningina.

Eg havi stolið frá Tóroddi:
"Ólukksáligt sum tað er heitt. Orðini bráðna sum sjokoláta í somu løtu tey verða orðað. Havi tømt fleiri vatnbrunnar av vatni niður í meg og fylt líka nógvar aftur við sveitta. Gloymi hvat eg skuldi ella skal. "


Nakað soleiðis var tað at koma inní framsýningarhølið á Ólavsøku uppi í Listaskálanum. Men tað, at orðini bráðnaðu, ger onki, tí tey vórðu ikki neyðug. Tað snúði seg mest um hettar at taka ella at taka til sín ella at inntaka ... framsýningina. Ella taka hana inn. Og í tí øgiliga hitanum, sum var í framsýningarhølinum,  var ikki hugsingur um at tosa um ella at sodna nakað sum helst.  Við eygunum, oyrunum og annars øllum sansum varð framsýningin tikin. 

Og ikki var eg tann einasta, ið hevði leitað mær niðan í tær heilagu hallir at uppliva ársins brak! 

Um 200, øl og oliven skal eg ikki siga eitt orð. Tí har er vist alt sagt! Fólk gingu við súsi fyri oyrunum og smíli á varrunum, tá eg kom niðan í skálan. Forseint, eg sigi ikki sjálvandi, tí tað er einki sjálvandi, men føroysku klæðini eru tódnaði. Haldi faktisk tey tódna á hvørjum ári. Nå, ikki fleiri umberingar. Men týðiligt var, at øll høvdu haft eina megnar uppliving við 200 og upplatingarrøðu og alt tað, sum hoyrir til, tá Ólavsøkuframsýningin letur upp. 

Kendist, umframt heitt, fantastiskt at koma inn. Eyguni leitaðu runt og festu seg her og har. Flákraðu og støðgaðu. Scanningin var í gongd. Tankar, myndabrot, upplivingar fáa ferð á og royna at festa seg. Meðan annað bara fer framvið í allari stillheit! Og her var nokk at velja í. Eitt satt fyllishorn. 
Her eru stuttlig, bundin verk hjá Randi Samsonsen.
Rútmisku, dansandi aquarellirnar hjá Bárði Jákupson.
Gulu vendetta prentini hjá Hansinu Iversen, Jóhann Martini Christiansen og Claus Carstensen, sum løgdu støðið undir framsýningina. Tóroddur Poulsen vara eisini har og altíð spennandi verkini hjá Hanni Bjartalíð, fotomyndirnar hjá Onnu Katrinu Højgaard. Syrgiligu andlitsmyndirnar hjá Saga Kapnas og sculpturella installatiónin hjá  Sámali Blak. Megnar yrkingin hjá Sissal Kampmann, dukkulisurnar hjá Elini Josefinu Smith og so dekorativu avhøvdingarnar hjá Biritu Poulsen framvið øllum myndunum og postkortunum. Og so øll tey, sum ikki eru nevnd her. Øll høvdu tit tykkara umráðandi og serstaka leiklut í Ólavsøkuframsýningini 2014. 

Eg frøddist um verkini, ið Steinprent hevði við á framsýningini.  Harímillum verkini hjá Claus Carstensen, ið hingu á miðvegginum og líkasum deildu rúmið í tvey. Svørt, dominerandi og avbjóðandi í heildini. Ørkymlandi við sínum óklára og fleirtýdda boðskapi, og tú kanst fata tað sum destruktivar linjur og skøvur, ið fara gjøgnum grafisku verkini. Haldi eisini, at tær ótrúliga fínu myndirnar hjá Rannvá Kunoy spældu so sera væl upp ímóti myndunum hjá Claus. Og so má eg eisini nevna Fríðu Matras Brekku, ið yvirraskaði við sínum heilt serligu fotomyndum. Soleiðis kenna vit slett ikki Fríðu, og tað í sær sjálvum er gott at síggja okkara listafólk royna seg á nýggjum økjum.
Veggurin við Janusi Kamban var so heilt serligur, at tað krevur eitt ummæli fyri seg. Myndirnar, lino skurðar í svørtum og í litum,  eru allar úr húsum Janusar, og skulu tær verða við til at fíggja eitt listahús fyri listafólk, ið koma hendanvegin at arbeiða. 

Nú ætlaði eg sum so ikki at nevna nakran, men bert tosa um framsýningina sum eina heild og sum ein ómetaliga týdningarmiklan part av Ólavsøkuni og hettar, at lova amatørunum framat í Listaskálanum. Eg haldi tað er umráðandi, at tey verða sett saman við okkara etableraðu listafólkum. Kuratorarnir hava so valt í ár at ramma mesta av amatørlistina inní eitt kempistórt "Eg elski teg", skapt við postkortum hjá Ásmundi Poulsen. Eg haldi, at hugskotið er genialt. Tí orðið amatørur kemur jú úr latínska orðinum kærleiki, amare. Og eftir hesum at døma er kærleiki her í ovurnøgd. 
Í fyrstu atløgu tá eg vendi mær á gólvinum í salinum og varð yvirfallin av myndaódnini og ikki fataði hvat var á vási, hugsaði eg ...What??? Men so við og við fekk eg fatur í boðskapinum, og tíggjoyrað fall.  Haldi at myndirnar riggaðu væl í øllum postkortunum. Tvær myndir hjá Duritu Dam riggaðu serstakliga væl og provokeraðu væl afturímóti við sínum fínu, lættu litum móti tí meira grønt dominerandi heldur tunga postkort litaða.

Tóroddur setti seg í súkkluskúrin, tí har var kaldast, og har fekk hann hugsað. Eg hevði ikki ordiliga tørv á at hugsa tað stóra, so eg fór út millum øll hini smílandi fólkini og tosaði um myndir, postkort og Ólavsøkuna, ið lá fyri framman!
Hon byrjaði so í hvussu so er við einum ordans braki av eini framsýning!

Ingen kommentarer:

Tilføj en kommentar