lørdag den 3. januar 2015

Skulu vit vedda?

Eg átti mær eina húgvu ....


Og tað hendi í teimum døgum undan jólum, at móðir og sonur gingu í Havnar gøtum. So mangan hesar illveðursdagar komu tey framvið Gamla Bókhandli, har standmyndin situr á beinkinum.
"Hon sær køld út" segði sonurin
"Tað eru ráð fyri tí " segði mamman
Tá hettar hevði endurtikið seg nakrar ferðir segði mamman:
"Hvat kunnu vit gera við tað, sonur góði?"
"Kanska ein húgva hevði verðið góð" segði sonurin.
















So kastaði mamman uppá eina húgvu til standmyndina. Húgvan varð liðug og so fóru tey í býin at lata standmyndina í. Stoltur var sonurin, tá hann skoðaði verkið!
Og onkur portalur fekk søguna og setti hana á breddan. 

Omman var kanska eitt sindur skeptisk og helt fyri, at handan húgvan fer at sita á hasum standmyndarhøvdinum ein hálvan dag. 
" Hon man fara sín vey í skýmingini",  helt hon fyri.
" Pessimist",  søgdu tey við ommuna.
Og so veddaðu tey aftur og fram.
Onkur segði ein dag, onkur hálvan tíma og so onkur annar segði eina viku!
Hvør fekk rætt?? Eingin.
Húgvudagarnir gjørdust fýra í tali, so nú hoyrist standmyndin syngja:
"Eg átti mær eina húgvu...." sjálvt um tann sangurin einki sum helst hevur við standmyndir í húgvu at gera, men fyrsta regla passar bara sera væl til støðuna!

Gott nýggjár! 





mandag den 29. december 2014

Ver vælkomið Harrans ár


Jólatræið 



So grønt so sevjumikið so vakurt prýtt
tað er jólaaftan
stjørnan í toppin
og so verða ljósini tendrað
vit sita undrandi og skoða vakurleikan.
So dansa vit um træið
øll familjan og hundur
gleðin er stór
sangurin við
og so allar gávurnar
"nógvar eru gávurnar og hvør má halda á sínum"

5.dagur eftir jól
greinarnar eru heldur turrar
nálirnar
hava hug at loysna frá greinunum
einglarnir hava latið eyguni aftur

og í ovimorgin skal træið á nýggjársbálið!

Gott nýggjár og takk fyri árið!


søndag den 30. november 2014

Alt etið ... nochmal!






.....og goymdu sínar smalur!

...nei her er absolutt eingin, ið goymir smalur. Tær ansa sær sjálvum og leypa uppum hvørt hegn og inní hvønn garð og hvørja innhegning!!
Og er okkurt leskiligt innanhegns so mums... svølgt er tað!



Vit hava ruddað urtagarðin fyri veturin og gjørt klárt til gler, frost, illveður og  ...... 

Vetrarbit er smbr Sprotanum: eitt stórt stykki stikað til hjá seyði og neytum um veturin.  Eg havi stikað, roynt at girt meg inni við blómum, trøum og runnum. Ikki var ætlanin at enda sum vetrarbit, aftur í ár:






Persillan etin
Brobber etið
Pelargoniir etnar
Rósur etnar
Rhododendron etnar, við rót!
Stutt sagt: næstan alt etið
Alt uttan rosmarin og karry plantan, so vita tit tað!!








Og tað vóru hirðar á markini, ið goymdu at seyðafylgjum sínum.....
Nú eru hirðarnir farnir avstað eftir eitt drúgt summar.
Teir goymdu so bert at grindini og ikki seyðafylgjum. 
Seyðahirðin virkar nú innangarðs. Og herumleiðir eru örgrynni av leskiligum urtagørðum at fita seg við. Mín er einki undantak.
Og nú fara vit aftur at syngja "Tað sótu seyðamenn á vakt..." Her siti eg á vakt!! Og so fara vit at byggja uppá garðin so hann verður himmalhøgur!!
Góða advent!

mandag den 17. november 2014

Jólatúr?




Jólagávur við hjartanum, men tað er ikki neyðugt at leggja heilan frá sær fyri tað!!

Desember er ein avbjóðing hjá summum!

Longu tíðliga í november byrjar tað!

Tey skulu til 43 jólaborðhald
21 jólaavslutningar
14 jólaveitslur
5 jólaleikir
Tey hava etið 3 kg av jólakøkum 
4 l av mandlurísum
3 pk av kirsuberjasós
og so alt tað leysa.
Tey orka ikki meir og gleða seg til 1.januar 2015.
Tað er stór synd!
So eg havi eini góð góð jólaráð..
Sloyfa heila lortið. Tak sjálv ræðið á desember mánaði og ger hann til tín egna jólamánaða!! við tykkara stákan og virkan. Lat alt hitt liggja! Blunda og koyr jólaperur í oyruni!

Og for Guðs skyld, hevur tú hug til handan jólatúrin uttanlands... so far, men ikki at keypa gólagávur, nei, tí tær keypur tú heima í Føroyum, um tú ikki hevur gjørt tær sjálv.



Her er so eitt sindur av egnari framleiðslu. Og gávur, ið eg eri øgiliga glað fyri, at onnur hava gjørt og givið mær!! 























Gev genialan tónleik. Eg havi trý super fløgu lp hugskot: Story Music Teitur, Eivør / Ginman og so Ave hjá Benjamin og Peturi.

















Keramik úr Leirlist/ Guðrið Poulsen. (Ovastu hillina eigi eg vist sjálv mestu æruna av)

Oljuberja krukkan frá Hildur Hermansen.  
Njótið so november og desember. Keypið gávur tykkum dámar. Njótið myrkrið við einum, fimm ella 50 kertuljósum ella marglittu ravmagns ljósunum, tú fært til keyps allastaðni. 
Bara njótið myrkrið og regnið!! 

søndag den 2. november 2014

Ein brún hurð í Tróndargøtu


At lesa at skriva og eta eina appelsin afturvið!






Ikki sær hettar út av nógvum. Ein gomul, nakað slitin hurð. Les - skriva og so nr. 40. Tað er tað.  Og skal eg greina fyri tykkum, so skulu tit skilja tað soleiðis: Tróndargøta 40 og innanfyri heldur Felagið fyri Lesi- og Skriviveik til.
Eg komi beint inn í eina lítla, tronga gongd. Full av skóm og yvirklæðum. Hurðin er opin innar í fyrstu skúlastovuna, sum eisini er kantór, fundarhøli og so øgiliga nógv annað. Og so er hurðin víðari innar í køkin eisini opin. Her er altíð onkur inni. Hettar er onkursvegna maskinrúmið. Her verða ætlanir lagdar, her verður tosað og flent og grátið. Og etið.
Anna Karin, formaður felagsins sigur, at eingin kann læra við tómum búki. Og tað er fantastiskt, hvat kann fáast í lag við køksborðið í Tróndargøtu 40.


Her er Elsa. Hon spyr um tú vilt hava eitt speilegg ella kanska eitt krúss av kakao?
Og tað er so nógv lættari at siga frá sínum trupulleikum yvir køksborðið við heitum kakao, te ella kaffi enn í einum fundarhøli. Soleiðis er tað bara!
Elsa og Anna Karin skera appelsinir, perur og súreplir og bera innar í øll rúm.


Teir dugnaligu lærararnir lurta, leggja sær í geyma og spakuliga tømist køkurin.
" Komið tit við okkum" siga Herbotg og eg.  4 næmingar koma við okkum. Tað eru tey vaksnu. Tey hava valt at síggja filmin The Fault in our Stars.  Tey halda hann vera so mega góðan. Eg havi keypt bókina. Endin er, at tey endurgeva innihaldið, skriva stíl um filmin og lesa brot úr bókini. Ein super arbeiðsgongd. Og her var nógv nýtt at læra. Alt á enskum. Lærihugurin í topp!!

Felags fyri allar næmingarnar er, at tey hava trupulleikar við lesing, skriving og rokning.
Felags fyri lærararnar er, at teir eru allir útbúnir lærarar, serlærarar, lesilærarar, orðblindalærarar og ein Feuerstein instruktør.
Her fáa øll góða hjálp.
Her verða tey møtt sum menniskju og ikki sum trupulleikar.
Her er ikki neyðugt at krógva seg.
Her trívast tey og tí kunnu tey læra.

Onkur fer uppá loft onnur í hølið við síðuna av og so fellur friður yvir Tróndargøtu og undirvísingin er so smátt farin í gongd undir allari lonuni.

Hesin bloggurin er eisini at lesa á heimasíðunu hjá felagnum fyri lesi- og skriviveik