fredag den 18. december 2009

meira moma
















Ótrúligt, hvat tú kanst fáa burturúr isoleringstape og eygum, klipt úr ja, allastaðni, har tú kanst gera tær far um at finna eygu at klippa út .... og eftir at míni eygu hava fingið yvirdosis, er gott at kunna leggja seg við síðuna av hinum ferðafólkunum, ið eisini eru vorðin móð, ja, ok, man kann væl eisini sita....

Guggenheim...




Guð viti, hvat handan konan aftanfyri standmyndini ger?
Turkar stólin?
Snýsir sær?
Pilkar nøs?
Leitar í taskuni eftir varrastiftini?



Fyrst ein túr á Guggenheim.
Wau....
Kandinsky so tað brakar í borgum.
Sum at verða blástur um koll.

Men man má bara halda áfram.

Víðari í programminum. Víðari til MoMa. Njóta vetur seinnapartin í standmyndagarðinum, áðrenn vit leggja til brots. 5 hæddir við mega, mega list.

Stuttligt at standa har og síggja hesar myndirnar, tú so ofta hevur sæð í listabókum, og so eru tær her ..live! Eg spegli mær saman við Fridu, og njóti ákannurnar hjá Monet sveimi við Chagal undrist við Picasso.......
Men eg flenni við tí allarnýggjasta.. contemporary, eg sigi bara meira wau!!!

torsdag den 10. december 2009

Ein lítil nærmynd


So situr tú har, saman við eini hundrað øðrum ferðafólkum...hyggur at metropolinum, at sjálvari frælsisguðinnuni, sólin er um at fara niður og luftin er so djúp orange, blá, svørt, tað er breath taking, tú ert um at fara á flog, tankarnir eru stórir og alheimsligir, her situr tú, í hesum stóra meldrinum á Hudson ánni ein týsdag í november, so fella eyguni á konuna frammanfyri, og tú lendir so spakuliga aftur, finnur tær smílið og fototólið fram, tí hon hevur garanterað keypt sær nýggjan frakka, men hallo... gott nokk er prísmerki hálað av, men plastikk tráðurin situr eftir.... skal eg siga tað við hana?? kanska, men eg má taka eina mynd.... klikk, og her er hon so!

Á Hudson

Her er hon so... stór, gevaldig.... og eg siti í einum báti á Hudson ánni saman við øðrum ferðafólki. Vit sleppa ikki í land á Liberty Island. Tú sleppur bert í land einaferð um dagin, og tann ferðin er farin. So her siti eg. Við fototóli í hond. Nei, vøkur er hon ikki júst, men tað er vælsaktans hennara súmbolvirði, ið vit virðismeta, og sum fær meg at fara ein tríggjartímars langan syglitúr eftir Hudson... Men, men.. fantastiskur túrur. At síggja alt soleiðis frá sjónum...

søndag den 6. december 2009

Jólahugnin breiðir seg so spakuliga
















Nú er klárt.
Klokkan nærkast 18. fríggjakvøldið 4.des. 2009.
Jólatræið inni á Mørk er tendrað og boðskapurin er komin til Sjóarbøar, at fólk eru um at vera mett av kakao og bollum í Missiónshúsinum.
Vit hava tendrað ljósini. Listaverkini hjá Silju prýða veggirnar. Vit hava hongt lutirnar upp niðri í handlinum, og lagt alt fram, so vakurt sum til ber.
Vælkomin!!!

Og nógv komu!
Nógv varð selt, prátað, grinið og tosað.
Kaffi og køkur gingu um dyskin, sum heitt breyð, sum man sigur.
Opið verður aftur sunnudagin kl. 16.