onsdag den 4. august 2010

Hugleiðingar um eina grein í februar



Kynskvoteringar í vinnulívi og politikki
Yvirskriftin fyri 8.mars haldunum bæði í Havnini og í Vestmanna í ár.
Ella finn sjálv eina yvirskrift.

Helt hetta var og gott at liggja og samla dust. Ein grein í Skúlablaðnum setti sinnini í kók, og so tað, at mítt egna felag, Føroya LÆrarafelag boðaði til kunnandi fundir 8.mars.
Vit duga ikki at kjakast her á landi. Tað er ikki nakað nýtt, tíverri. Her fara vit í skotgravir og taka ekstrem sjónarmið, og so skjóta vit eftir hvørjum øðrum. So gongur tað aftur og fram eina løtu, um miðlarnir spæla við. Inntil onkur finnur upp á okkurt annað at skjótast um. So skifta vit evni. Hava fyri at koma við ikki undirbygdum pástandum um líkt og ólíkt. Og so fer sirkulargumentatiónin á glið. Tú pástendur ein óundirbygdan pástand, og so fert tú at argumentera út frá tí, sum um tað er veruleiki.
Í næstseinasta Skúlablaði máttu kvinnuligir lærarar leggja á sínar herðar, at vera skuld í, at dreingir enda sum massamordarar, nasistar, bandalimir og leiðarar. Og í seinasta av sama slagi, enn einaferð varð okkum sagt, at nú er tað fólkaskúlin, ið ger dreingir til taparar.
Livst so spyrst!
Gott at vera herðabreiður. Sum kvinna og sum lærari.

Akkurát nú er evnið altso:
Áhhh tað er so synd í dreingjunum í skúlanum, tí teir hava ongan at síggja upp til, ongar rollumodellir... grátisurrur!!!

Løgið!!! Vit eru nemmiliga í tí støðu, at vit eru á leið líka nógvir menn- og konulærarar... men av tí, at okkurt útlendskt blað, sum onkur lærari so lesur, hevur skrivað um fyribrygdið, at kvinnuligir lærarar eru um at vera nógvir í tali, so hevur hesin sami lærari lisið seg til, at okkara skúlar eru gentugjørdir skúlar!!! Sjálvt um vit, sum sagt, ikki hava hasa støðuna so útbreidda her í landinum eystan sól og vestan mána. Hann skrivar tað bara allíkavæl, tí tað riggar so væl. Og so verður hann eisini allarhelst interjúðaður í bløðunum í landinum og í Útvarpinum, og Rás2 fer at gera eitt temakvøld niðri á Hvonn og pallborðsfund í Miðlahúsinum , har hann kann útfolda seg, við tónleiki afturvið. Tí nú er hann expertur á økinum!

Men í hesum her landinum her hava vit altso mannligar lærarar og kvinnuligar lærarar, ið undirvísa dreingjum og gentum. Og her er tað næstan líka nógv av hvørjum, tað er fakta, sum áður undirstrikað. Genturnar lurta eftir, tí tær vilja ikki sita her sum sibbar og skula verða noyddar at gifta seg við onkrum av hasum sibbadreingjunum, sum ikki tíma at fáa sær eina útbúgving og verða stórir og mentaðir, men ætla sær at ganga og ”mala millum húsini á bygd og í býi og gera fortreð og tað, ið verri er ” tá teir verða stórir, tí teir eru so forkelaðir, at teir onki klára sjálvir, og mammurnar gera alt fyri teir, og er tað ikki mammurnar, ja, so er tað ommurnar...

Summir dreingir verða tó bæði fólkaligir, skúlaðir og mentaðir. Og fáa gentu, enntá føroyska gentu, og klára seg væl í lívinum.

Men vit hava nokk ein annan - ikki so nógv hart tosaðan um - trupulleika, ein, sum ongin ordiliga hevur givið sær far um, men sum øll, sum hava gingið í skúla, hava verið vitni til, men, sum ikki ordiliga er komin fram í hesum kjakinum um mammudreingirnar. Og tað er sakin um genturnar, ið ikki koma heilskapaðar ígjøgnum, tí tær enn tann dag í dag fáa at vita, at tær ikki duga nakað sum helst. At tær ongantíð fara at blíva til nakað. At heilin á teimum er soleiðis samanskrúvaður, at matematiskir formlar prella av, og vitan í heila tikið er ov sver at bera í einum so lítlum heila sum teirra. Men samstundis fáa tær so eisini at vita, at slíkt hevur man ikki brúk fyri, tá man sum so bert skal føða børn (helst dreingjabørn), vaska, rudda, matgera og uppvarta. So tað er sum so í lagi. Ja, tað eru so tær, sum trúgva tí, men tær allarflestu hóra undan við viti og skili intakt og skunda sær at fáa útbúgving, og nógvar rýma so av landinum og koma ongantíð aftur. Og so finnur landið knappliga útav, at tað er undirskot uppá konufólk, og vit mugu royna at lokka tær heimaftur. Gera tað attraktivt hjá teimum at koma heim til føðilandið.

Og um eg nú var maður, so siteraði eg okkurt úr Føroya Fólks og skrivaði onkra messu sum dato undir hetta bræv, men eg eri ikki mannfólk.
Eg meini tað.

Um eg nú havi provokerað onkran til at spíska sær pennin, so vil eg bara gera vart við, at tað var akkurát tað, eg ætlaði.

(Sitatið er úr ” Skori-Kai go home” Kvinna nr. 2, 2010.)