onsdag den 29. oktober 2014

Mikumorgun, sólskin og heyst

Heystvindar

Dagurin horvir móti náttini
nátt móti degnum
flaksandi myrkur og ljós yvir bygdum
meðan vindurin fyllir dalarnar
við sinnisbroytingum
og slóð summarsins
hvørvur og hvørvur .....

við gluggakarmin
situr húsmóðurin:
bindur, seymar, veturin
fastan í fang okkara.

 (Roynd 1 1971)

Arnbjørn Danielsen

Eg sat við vindeygað í morgun, sólin strálaði og fekk reydligu litirnar uttanfyri at lýsa. Eg sá veturin aftanfyri sólina og reyða litin. Kom at hugsa um mín góða vin Arnbjørn. Serliga kom eg at hugsa um yrkingina Heystvindar. 
Mær untist at búgva saman við Arnbirni í fyrsta føroyska kollektivinum í Dk. Ein ótrúliga serlig tíð, rík í so nógvar mátar. Eg havi hug at uppfríska tað, sum Arnbjørn skrivaði. Hann var ein góður yrkjari, og er nokkso gloymdur í dag. 
Hann er ikki meira. 33 ár varð alt, ið honum untist av jarðarlívi. Yrkingarnar og frásagnirnar hava vit eftir hann.


 

tirsdag den 28. oktober 2014

Gisp!!

Gisp!

Eg var á framsýning fríggjadagin. Norðurlandahúsið lat framsýning upp við frásøgu myndum.  





Konfekt var til fólkið, fríggjadagur var jú!


Nógv fólk komu til framsýningina.

Framsýningin er øðrvísi í so nógvar mátar, bara tað, at framsýna tekniseriur er nakað nýtt her á landi. At viðurkenna tekniseriuna sum list! Her eru installatiónir, málningar og tekningar ...
Norðurlandahúsið er strævið at hava framsýningar í, tí har er nú mest glas, so tað er nokkso ringt at fáa samling uppá tað heila, men, men..... har er onkur ordans perla.... eg nevni eingi nøvn, far bara niðan og hygg!
Man kundi sagt so nógv um sjálva framsýningina, men tað fari eg at lata uppí hendurnar á teimum, ið hava meira skil fyri slíkum enn eg!

lørdag den 25. oktober 2014

Gev mær penslar gev mær pappír gev mær tíð!


Tey liggja, standa, hoppa, smsa og lurta eftir tónleiki á telefonini. 15 eru tey, úr 4., 5., 6., og 7. flokki.  Ein ólíka bólkur. Mest gentur. Tá eg komi eftir gongini, spyrja tey í munnin á hvørjum øðrum: hvat skulu vit gera í dag? Felags? Ella kunnu Lív og eg sleppa at mála við hondunum? Kunnu Sólrún og eg so sleppa at sletta máling líka sum hasin amerikanarin?

Vit fara innar í myndlistahølið. Stakkar av føroyskum og øðrum listabókum liggja frammi á fyrsta borðinum. Á samvirknu talvuni er ein myndarøð við Jackson Pollock. Hann lærdu og tosaðu vit um seinastu viku, tá Sólrun og Jóna vórðu púra vekk í at sletta við máling. Sjálvsagt at ríka teirra upplivingar við myndagerðini og víðkað teirra vitan og sjónarring um list og listafólk, um samfelag og menning av list. Og hvat er meira upplagt enn at leggja leiðina framvið, okkara egna Tommy Arge. 

Ímyndi mær mangan, hvussu hugaligt tað hevði verið, at næmingarnir tóku aðrar lærugreinar til sín við slíkum eldhuga Ein munur er, at myndlistina hava tey sjálvi valt, meðan vanligu lærugreinarnar, eg her tosi um, ikki eru valdar í sama mun. Námsætlaninar leggja upp til ávís tímatøl til allar disiplinir innan hesar lærugreinar, ið hava fingið heitið Handverk og list og Myndlist. Tað er bara so, at tímarnir eru ikki har til alt. Óansæð hvussu vit mingilera. Her í Vestmanna minnast vit enn, hvat hendi, tá vit á røttum stað gjørdu vart við okkara ónøgd við tímajáttanum til kreativu lærugreinarnar. Nú eru aðrar tíðir og aðrir siðir. Men broytingar eru tó ringar at fáa eyga á.

Øll velja ikki myndlistina. Okkara samfelag hevur gjørt av, at ikki allir borgarar landsins skulu fáa lut í tí, vit kalla musisku-kreativu lærugreinarnar. Eg hoyri ongi mótmæli, tí tey skulu ikki pisakannast í myndlist beinleiðis, og digitalar landsroyndir eru heldur ikki talan um, enn.

Skrivað stendur, at næmingarnir skulu gerast virknir borgarar í einum demokratiskum samfelag. Og í vælúrhondum greiddu námsætlanum blóma sokallaðu kravdu lærugreinarnar og listin lið um lið. Føgur orð og fagrar ætlanir. Eg haldi, at eg vil samanbera námsætlaninar við vitar, ið vísa veg. Betri kann eg ikki siga tað, og eg haldi, at samanberingin er á góðari leið.

Lóg 125 er okkara lóg, fólkaskúlalógin. Mær dámar so ómetaliga væl stk.3 í endamálsorðingini. Her eru karmarnir snøgt og væl smíðaðir. Og innan hesar skulu vit virka. Her er rúmligt og fjálgt:

   "Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði."

Uppgávan er væl lýst. Við foreldrum og øllum samfelagnum annars at fylla karmarnar. Allarhelst er tað eisini her, at ymiskar tulkingar og mótstríðandi áhugamál síggja dagsins ljós. Tað er ikki negativt í sjálvum sær. Kann vera av størsta týdningi og leggja upp til fjøltáttaða undirvísing við nógvum møguleikum. Leggja upp til kjak.

Í mínum myndlistatímum, sum í øllum mínum læraraverki, royni eg at liva upp til endamálsorðingina. Við støði í egnari mentan fata aðrar mentanir, samspæl við náttúruna, innlivan, samavgerð, samábyrgd, fólkaræði, andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

Stórar ætlanir, kann man siga, fyri eina so lítisvirda lærugrein, men eg  meini veruliga, at um enn hon er lítið vird millum tey, sum  ráða og lóggeva, so er hon ein tann størsta millum næmingar og lærarar - sum meg t.d. 

Fjandans tvætl og ónyttugt vas, hoyri eg onkran teska.
Støðgað, støðgað sigi eg. Hugsa teg um og gev gætur heldur enn at ganga her og órógva listarligu menningina.

Verða vit heil menniskju uttan listina, tónleikin, dansin og sjónleikin?
Verða vit meira dugnalig og andsfræls, tollyndin og ábyrgdarfullir samfelagsborgarar uttan?
Svarið kemur av sær sjálvum!

Í endamálsorðingini fyri myndlist lesa vit hesi føgru orð (í brotum):
"Undirvísingin í myndlist hevur til endamáls:
- at næmingurin mennir og styrkir síni skapandi evni,
- at næmingurin við at uppliva, sansa, skapa og greina myndamál mennir síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja myndamál sum ein persónligan frásøgu- og samskifismiðil,
- at næmingurin styrkir sín førleika at kunna ogna sær vitan um og innlit í føroyska og altjóða listasøgu,
- at næmingurin við eitt nú myndagreining og umrøðu mennir sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum ..."

Sum so nokkso greið tala. Vegurin at náa málunum er tó so ymiskur. Og tað skal hann vera. Men tað skal bera til at finna hann!

Í næstum eru vitjanir á søvnum á skrá. Fyrireiking skal til. Fyrsta stigið er at kunna meg um, hvør hevur vitjað okkurt savn ella verið á framsýning áður?

Ein partur av undirvísingini er at vitja søvn og listaskálar. Tíðin er knøpp hjá okkum bygdafrellum, tí vit skulu flyta okkum úr skúlabygdini á søvnini, ið oftast liggja í høvuðsstaðnum. Men tað er ótrúliga neyðugt, at vit gera tað. Tað eru tey fægstu børnini, ið hava vitjað eitt listasavn. Tað er fakta og tí ikki vert at gremja seg um, men bara vert at gera nakað við.

Trúliga fara vit tann árliga listatúrin til høvuðsstaðin. Tað er altíð ein fantastisk uppliving, ið elvir til kjak og prát. Eg gangi millum tey og lurti, sigi eitt sindur, og lurti so aftur.

"Tað er akkurát sum man kann fara inní myndina..."
"Er hattar list?"
"Hattar kunnu øll gera, eg kann gera tað nógv betur..."
"Á ja? Og hvør fann so uppá tað, tú kanska?”
”Altso, tað snýr seg um at fáa hugskotið døøø...tað er onki fyri at   herma..." ( gjarna onkur, sum hevur verið túrin áður).
"Hasin liturin er ótrúligur, kann man blanda hann?"
"Eg verði eitt sindur úss av at síggja hasar..."
"Tú, hon kann ikki eiga hasar skógvarnar, teir eru alt ov lítlir..." ( stórur áhugi rundan um standmynd hjá Hans Paula Olsen).

Eg fari at taka samanum: intentiónirnar so super góðar, lógirnar og námsætlanir við. Nokk av góðum, eldhugaðum lærarum.

So manglar nakað?
Jú, tað hevur gløggi lesarin funnið útav nú, so ikki er neyðugt at vassa meira í tí. 
Men eg kann ikki lata vera: Gevið okkum tíðina og eg lovi, at vit øll fáa í posa og sekk afturfyri. Fyrsta úrslitið fer at síggjast aftur í eftirfylgjandi pisakanningum.
Var ikki eisini okkurt um eina skúlanýskipan? Man hevur vælsaktans loyvi at vera optimist.

Vit liva í eini tíð, har myndir tala. Myndir eru allastaðni og verða brúktar til alt. Livandi myndir, fotomyndir, málaðar, teknaðar myndir, í heila tikið myndir. Skulu vit verða aktivur partur í okkara samfelag, mugu vit hava førleikar at stýra og navigera í myndaverðini. Myndlist, handverk og list er so eitt av amboðunum at menna slíka læring. 
Livst so spyrst!

Afturkomin úr Berlin er upplagt at siga næmingunum frá um henda  litfagra býin, ið er merktur av tvídráttinum millum kúgandi harðræði øðrumegin og hinumegin av menniskjans mentanartráðan og alskhuga til listina. Her andar hvør steinur av søguni um valdsharrar, ið vóru bangnir fyri listini og bannaðu hana, brendu bøkur og settu listafólk í útlegd í fongsul ella fangalegur og tóku lívið av teimum. Tað er ein farin tíð, og býurin er ongantíð so livandi sum nú, tí listin doyr ongantíð!

Nú er rokan í myndlista rúminum. Tríggjar gentur hava dekkað væl av til Pollock, Arge-málarí, funnið penslar fram í ymiskum støddum. Málingin er blandað. Sumt tjúkt og annað heldur flótandi. Tummas og Jóhann hava funnið sær myndir úr bløðum og kjakast um bakgrund og yvirlappingar í collagum, límstift ella flótandi lím...Fruktfatið er snotuliga samansett av marglittum fruktum. Næmingarnir hava funnið sær góðan sess við teknibrettunum framman fyri sær. Kolstiftir, grafittstiftir og litblýantar liggja á borðinum. Alt er klárt. 

Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen



tirsdag den 21. oktober 2014

Life starts when you start growing a garden.

Meðan rósur og liljur tær grógva væl.....


- einki summar eg veit um, hevur verið sum summarið í ár.

Slík líðka, slíkir sólskinsdagar, og tað sæst bæði innan og uttangarðs












Rósutræið hevur staðið her uttanfyri í alt summar. Tað hevur blomstrað og blomstrað og tað stendur enn í fullum blóma.
Ótrúligt er tað!
Life starts when we start growing a garden, sigur Yogi Te guruin í morgun. Tað er so tað. Skal man taka tað heilt bókstaviligt, so eru nógv lív, ið ongantíð rættiliga koma á glið, so eg veit ikki rættiliga.

Rætt er tað, at tað er nakað heilt serligt við urtagørðum. At fáa okkurt at vaksa. At ganga og hjúkla um ein runn, eina rósu eina urt.... loysa moldina, so ilt kann koma til røturnar, vatna, taða, hyggja, lata seg taka av fótum yvir ein lítlan spíra ella ein blómuknupp... ja og so alt tað meira avbjóðandi arbeiði, alt tað, sum krevur styrki og úthaldni og ikki at tosa um girðingar, hegn, og allar kreftirnar at halda ær og lomb uttanfyri allar herlligheitirnar.

Nú er heystið her. Urtagarðurin ger seg kláran og fer í dvala. Fyrsti kavin var at hóma á fjallatoppunum í morgun. Arbeiði at girða okkum inni er næstan liðugt.
Kom so bara harra vetur, vit eru klár!