torsdag den 4. juli 2019
Frí, frí, frí ......
Feria, frítíð, frælsið.
So er hon her, summarferian. Vit hava glett okkum nú eina tíð.Foreldur, børn, ommur, abbar, systkin og systkinabørn..... út á bygd at ferðast ella í summarhús er tað uttan iva nú um dagarnar, ella okkurt helt annað.
Børnini syngja við tá lýsingin fyri Smyril Line fer frá ....." nú fara vit at ferðast trala lalala ..."
Eitt er vist. Feria angar væl av øllum tí besta, vit minnast aftur á. So tað vil eg eisini ynskja øllum, góða feriu. Úti ella heima. Tað hevur minni at siga.
Hesi ljósu summarkvøldini, angin av bøi og sjógvi, spæl frá morgni til "myrkurs" og tað er ikki neyðugt at skunda sær í song, tí skúlin er liðugur.
Og her er tað so, at ymiskt kemur sníkjandi. Eg lesi her og har, at børn við lesitrupulleikum hava ilt við at finna skúla/lesi stevið aftur eftir feriuna, ja faktisk sverari enn onnur børn, og tí er eitt gott hugskot at fáa teimum lesivenjing í feriuni. Skipað sum skeið og minnist for Guðs skyld til, at tey lesa 20 min. hvønn dag. Eisini í feriuni. Og annars at alt tað, sum vit dagliga gera saman við børnunum, skal hava lesivenjing innbygda. Eg meini tað!
Stakkals børn. Stakkals foreldur.
Og orsaka meg øll vælmeinandi fólk.
forget it!
Og tit, foreldur og børn!
Farið tit og bakið pannukøkur, vassið og svimjið, súkklið og whatever, ipaddurin kemur eisini í spæl, jú, jú fullvæl vita vit tað, tað er eisini feria og spæl.
Og um kvøldið, tá Hákunardrongurin kemur á vitjan, tá kanska onkur gevur sær stundir at lesa úr Astrid Lindgren "Søgur". Men tað er fyri at gera upplivingina av degnum enn betur og fyri at njóta seinastu minuttirnar áðrenn eyguni kaga handan eygnalokini.
Góða summarferiu øll somul.
Minnist til at njóta hana.
Abonner på:
Opslag (Atom)