mandag den 4. juni 2012

Amagerbro - Hornbæk (via Helsingør)

Vár, sól, ísur og føðingardagur

Hósdagur 24.mai. Jóni og eg fara nokkso tíðliga við tokinum niðan til Hornbæk. Vit fara av í Helsingør og fáa so Martin at koma eftir okkum. 
Okkurt skulu vit stytta okkum stundir við, meðan vit bíða. Ein ísur er altíð góður. So tað mugu vit keypa okkum. Og so skal Jóni á wc. Tað er fínasta slag. Við ommu á almenna wcnum á Helsingør statión. Jóni er heilt saligur: "Omma, tað luktar væl á hesum wc'num". 
Ikki ilt at hugsa sær, at drongurin allarhelst er vanur við almenn mannfólka wcir, akkeja.

Í Hornbæk er borðreitt við alskyns góðum. 

Polly fyllir 8 ár. Tað verður feirað við góðum mati, nógvum gávum og hugnaligari samveru í deiliga heiminum og í havanum, hjá Fíu, Martin, Vestar og Polly.

lørdag den 2. juni 2012

Tey fara framvið

So komu sóljurnar ... langt um leingi

Dagurin 3.juni er halgaður Jóannes Niklasi og Ingunn
bæði fylla tey í dag, bæði fylla tey 58
 Jóannes Niklas,  ævigt ungur. Altíð 21. Ingunn 56. 


Minnismyndir


Mangan tykjast minnismyndir támar,
sum eg sá tær gjøgnum rútir kámar -
klárnar stundum glar tær stillu løtur
birtist aftur ljós um gingnar gøtur

Streyma tá so klárir gjøgnum minni
tímar teir, ið bóru lív á sinni,
teir ið feimdust burt, tá lív varð skuggi -
løgdu eftir slóð á sálarstíggi.


  Tìmarnir, tá streyma gjøgnum minni,
  eru løg og myndir mær í sinni -
  streyma út so hvørt í rúmdarskugga,
  til tess rútir døkkast mær í glugga.

Hesar stillu lívsins skoðanløtur
      eru hvíldarstøð vallarans og fløtur -
      báðumeðin rísa fjøll av fløtti,
      goyma veg og vón at mongum døtti.
Christian Matras