søndag den 15. januar 2023

Ein oljufýring, ið hevur havt tað trupult.





Oljufýringar hava sína tíð .....


Okkara oljufýring hevur havt heilt ótrúliga nógv fólk rundanum seg í fleiri harrans ár. Ja, kanska øll árini, líka síðan hon kom í húsini í sínari tíð.

Og tá oljufýringin ikki hevur tað gott, so hevur eingin tað gott.

Fólk hava lýst uppi og niðri við lummalykt, Vatn er tappað av og koyrt á. Sjunturin er fluttur upp, upp, upp.
Trýstið er kvinkað uppeftir eisini og pumpan, tann triðja ella fjórða í røðini er eisini komin uppá nærum hægsta stig.

Og so summar morgnar, so er kalt. Øll húsini eru køld. Gólvini strálað kulda.
Ringja til oljufýrtænastuna. Jú, jú ...tað er nokk pumpan, ella trýstið ella sjunturin.....
So skifta vit pumpuna, skrúvað sjuntin og trýstið upp, so gongur.
Eina tíð.
So er aftur kalt.
Vit ringja!!
Roynið tit nú at tappa av og koyra á og skrúvað pumpuna upp ...ella trýstið ella sjuntin.
Og tømið vatnið av ovnunum.
So er aftur kalt.

Ovnurin í gonguni fýsur og knarrar sum ein kallur við dustsúgvara.
Ráðini eru at tøma ovnin, fylla á anleggið skrúvað upp her og har og alt, sum kann skrúvast.

Eitt er sikkurt. Man er illa farin, tá man ikki klárar sína oljufýring, og tað einasta man kann gera er at skelda og lamitera um ódugnaskap, tí hettar skrúvaríið riggar ikki. Og um vit so skifta pumpuna hvønn mánað, so verður hettar ikki í lagi!!!

Hvat er at gera!!
Jú, man kann sjálvandi tosa við nakað størri stavum enn áður og vera nakað meiri bestemtur enn áður, og jú mín sann, um vit ikki fáa navnið á manni, ið hevur skil fyri oljufýringum.
Gleðin er so stór, at eg eri um at smella á knæ og siga haleluja.

Og maðurin kemur. Hevur amboðskassa við sær. Stendur róligur og stríðist og strevast við at skifta gamlar syndir, rætta og lappa feilir, ið eru gjørdir longu undir ísetingini av hesu vælsignaðu oljufýring.
Hann fer grundiga til verka. Týðuligt er, at hann hevur skil fyri tí hann tekst við. Hann greiðir frá og arbeiðir. Tað tekur n
akrar tímar og ein skiftan ekspansiónstanga.


Og eg má siga. Takk!! longu morgunin eftir kennast húsini heilt øðrvísi enn í ómetaliga langa tíð. Hiti er í gólvinum, javnur hiti, einki fís og einki snís. Pumpan gongur á lægsta stigið, trýstið er har, tað eigur og sjunturin við.
Takk fyri tú góði handverkari.
Tú gjørdi okkum lívið lættari og betri og so nógv heitari!!

Men nú eru nýggjar tíðir.
Oljufýringar hava sína tíð og hitapumpur hava sína tíð .....
Nú skal oljufýringin út. Kanska onkur vil hava hana? hvør veit?

Hitapumpan er installerað.
So eftir er at takka oljufýringini fyri alt arbeiði, hon veitti okkum. Okkara inniliga ynski er, at tað verður lættari við hitapumpuni.
Og ár er nú liðið, og væl tað, síðan hettar hvíta vidundrið varð installerað. Væl hevur riggað. Men treyðugt so. Onkran kaldan morgun hava vit upplivað. Og serligar umstøður eru galdandi ísomáta. Men tað er ein heilt onnur søga, ið krevur heilt annan blogg. 
Hitapumpan hevur verið heilt ok.
Livst so spyrst.