Eg eri áin ... fossurin
Eg tók alla familjuna við í kirkju í gjár.Í Nicolaj Kirkjuna. Kunsthallen.
Eva Koch hevur eina stóra video installatión í høllini. Ein fossur í fullari stødd. Við fossaduni og allari megi.
I am the River, er heiti á installatiónini. Tað ásannaði eg eftir fáum sekundum, tá friðurin fall yvir meg og eg mátti bara vera fossurin.
Møguliga er tað listafólkið, ið er fossurin, men eg loyvi tó eisini mær at fáa kensluna av tí sama.
Børn, ung og eldri fingu øll somu kenslu. At undirleggja seg stórleikan.
Tað var ein sjáldsama innilig, andalig uppliving.
Ein tann størsta eg havi havt av sínum slag í einari kirkju. Ein ótrúlig uppliving fyri sál og sinn.
Stórt!!!