3.januar. Veðrið er so einastandandi. Á veg oman til bussin fáa eyguni eina fantastiska uppliving.
Verði noydd at renna innaftur eftir fototólinum.
Risikeri at koma ov seint til bussin.
Men í dag fer ein tveir tímar seinni.
So kom ikki her og sig at Vestmanna er nakar blindur tarmur!
So vendi eg mær við og ... wauvvvv.....
Ok, eg má renna, men eyguni vilja nakað annað enn beinini ....
Eg klikki .....
..og klikki
..jamen, er hetta ikki einastandandi.
eg renni víðari, meðan eyguni eru fest suðureftir .... jú, jú, tað er suðureftir.
..og eg renni omaneftir... minnisvarðin er farin afturum...
fari klórandi omaneftir gøtuni, ið fitt fólk hava gjørt gongiliga fyri okkum fótfólk ..... sum renna eftir bussinum
og so eri eg á veg.....
og úr øðrum sjónarhorni, líkasum longri uppifrá, sær alt øðrvísi út.