søndag den 6. marts 2011

Ein er tíðin at grína og ein er tíðin at gráta ...

Death is nothing at all,
I have only slipped away
into the next room.
I am I,
and you are you;
whatever we were to each other,
that, we still are.

Let my name ever be
the household word that it always was.
Let it be spoken without effect,
without the trace of a shadow on it.

Life means all
that it ever meant.

Laugh as we always laughed
at the little jokes we shared together.



I am waiting for you,
for an interval,
somewhere very near,
just around the corner.
All is well.     
brot úr yrking hjá Henry Scott Holland (1847 - 1918)

tirsdag den 1. marts 2011

Aftur í ár verður 8. mars hildin 8. mars

Tað er onki at taka feil av.
Vit halda 8. mars 8. mars
Á Bryggjuni kl. 20.00
Aftur í ár
sum undanfarin ár

søndag den 27. februar 2011

Várið er á veg .....


Sunnudagur í sjálvminkan 


 beint uttanfyri gluggan
 niðanfyri
 omanfyri
 og so ein túr niðan móti Bjarghyli
 suðureftir
 suðureftir
...." Alt sær ímóti tær so órokkiliga trygt so óbroytiligt og nýskapað, at menniskjans strev og sták minkar fyri tær, verður hissinitilburður. Tú verður búgvin til mest sum at taka menniskjað í lógvan og halda tí uppi móti tí veldigu nátúr, tú her sær, og smílka." ( Heðin Brú Í Dalhúsi)

søndag den 20. februar 2011

Fyrst mugu vit mála summarhúsið, og fyrst tá kunnu vit hugsa um at ...... .....

Á nei, vit kunnu ikki, tí vit hava onki og okkum manglar  .... og her er ógjørligt at ... og her er ikki inniverandi fyri fyrr enn ... og fyrr enn vit hava fingið ... so kunnu vit ikki og vit kunnu ikki tí vit hava onki ... tað líkist ongum, at ...
Nei, her stendur illa til. Tavadenn!!!
Løgið, at vit klára at koma ígjøgnum dagin fyri ikki at tala um náttina .....
Okkum tørvar selar og belti og spennir og lissir og og ..


Kundi verið um sodanna sæð alt í okkara dunnuhyli.
Um samanlegging av skúlum
Um broytingar í skúlum
Um bygging av nýggjum og pjøssing av gomlum skúlum
Um betring av undirvísingini í okkara skúlum
Um .....
Á forrestin gloymdi eitt ... eg havi sjálvandi onga meining, tí eg kann slettis ikki hugsa sjálv, tí eg eri kona ein politikara... 

lørdag den 8. januar 2011

Ein túrur til Havnar byrjar her:

3.januar. Veðrið er so einastandandi. Á veg oman til bussin fáa eyguni eina fantastiska uppliving.
Verði noydd at renna innaftur eftir fototólinum.
Risikeri at koma ov seint til bussin.
Men í dag fer ein tveir tímar seinni.
So kom ikki her og sig at Vestmanna er nakar blindur tarmur!
So vendi eg mær við og ... wauvvvv.....

Ok, eg má renna, men eyguni vilja nakað annað enn beinini ....
 Eg klikki .....
 ..og klikki
 ..jamen, er hetta ikki einastandandi.

 eg renni víðari, meðan eyguni eru fest suðureftir .... jú, jú, tað er suðureftir.
 ..og eg renni omaneftir... minnisvarðin er farin afturum...
fari klórandi omaneftir gøtuni, ið fitt fólk hava gjørt gongiliga fyri okkum fótfólk ..... sum renna eftir bussinum
 og so eri eg á veg.....
 og úr øðrum sjónarhorni, líkasum longri uppifrá, sær alt øðrvísi út.