tirsdag den 7. august 2012

Er hitt eitt hitt??

Hvørja ferð eg keypi okkurt í ávísum handlum í SMS og onkra aðra staðni við og gevi handilskonuni ella dreinginum eitt ljósareytt kort, so kann eg vinna gull og grønar skógir.
T.d eri eg við í lutakastinum um ein bil !!!

Eg kann vinna 500 kr. hvørja viku. Tað er snøgt sagt ikki eiti á!! So hví skal eg gremja meg um tað??? Hví ikki bara fegnast og fara í SMS og keypa og vinna ?? Og kanska vinna ein bil?? Come on! Á eg havi ikki koyrikort, so har var tað, tað er tí eg øvundi øllum, ið gleða seg at vinna ein bil hmmm.

Men noy, tað er ikki tað.
Eg eri móð av at verða undirvurderað reint intellektuelt av handilsfólki. Tí hvør skal gjalda alt hatta? Viðskiftafólkið sjálvandi. Og tað eru jú tú og eg! Keine hexerei har. So mugu vørurnar verða dýrari, um tær skulu fíggja allar hasar vinnigarnar ha???
Og hvør má so niðurstøðan verða? Vørirnar í hasum hitt handlunum ... eru tær so ikki dýrari enn aðrastaðni?? Hvussusoer summar, tí øll vit vinna jú ikki.
So til lukku øll tit, sum vinna.
Eg má heldur finna mær aðrar handlar at keypa í.
Eg moyni tað.


mandag den 4. juni 2012

Amagerbro - Hornbæk (via Helsingør)

Vár, sól, ísur og føðingardagur

Hósdagur 24.mai. Jóni og eg fara nokkso tíðliga við tokinum niðan til Hornbæk. Vit fara av í Helsingør og fáa so Martin at koma eftir okkum. 
Okkurt skulu vit stytta okkum stundir við, meðan vit bíða. Ein ísur er altíð góður. So tað mugu vit keypa okkum. Og so skal Jóni á wc. Tað er fínasta slag. Við ommu á almenna wcnum á Helsingør statión. Jóni er heilt saligur: "Omma, tað luktar væl á hesum wc'num". 
Ikki ilt at hugsa sær, at drongurin allarhelst er vanur við almenn mannfólka wcir, akkeja.

Í Hornbæk er borðreitt við alskyns góðum. 

Polly fyllir 8 ár. Tað verður feirað við góðum mati, nógvum gávum og hugnaligari samveru í deiliga heiminum og í havanum, hjá Fíu, Martin, Vestar og Polly.

lørdag den 2. juni 2012

Tey fara framvið

So komu sóljurnar ... langt um leingi

Dagurin 3.juni er halgaður Jóannes Niklasi og Ingunn
bæði fylla tey í dag, bæði fylla tey 58
 Jóannes Niklas,  ævigt ungur. Altíð 21. Ingunn 56. 


Minnismyndir


Mangan tykjast minnismyndir támar,
sum eg sá tær gjøgnum rútir kámar -
klárnar stundum glar tær stillu løtur
birtist aftur ljós um gingnar gøtur

Streyma tá so klárir gjøgnum minni
tímar teir, ið bóru lív á sinni,
teir ið feimdust burt, tá lív varð skuggi -
løgdu eftir slóð á sálarstíggi.


  Tìmarnir, tá streyma gjøgnum minni,
  eru løg og myndir mær í sinni -
  streyma út so hvørt í rúmdarskugga,
  til tess rútir døkkast mær í glugga.

Hesar stillu lívsins skoðanløtur
      eru hvíldarstøð vallarans og fløtur -
      báðumeðin rísa fjøll av fløtti,
      goyma veg og vón at mongum døtti.
Christian Matras

søndag den 13. maj 2012

Skírisdagur í Dr.mølle


Ein deiligur dagur


Eg havi roynt at upploada hendan filmin til tín, men eg sleppi ikki vegna tónleikin, ið eg havi tikið av fløguni hjá Velvet Underground. So nú royni eg, um tað riggar at gera ein blogg. So veit eg ikki, hvussu tær dámar, at eg leggi hann á tína fb síðu. So kanst tú bara hyggja og sletta. Eg skal brenna tær á fløgu, men tað er nú nokkso fitt alt tað heila, so tað ger kanska einki, um hann liggur her?

Og tú undirfulli mai ...




Mai er nærum hálvrunnin.
Hugsaði,
sjálvdan havi eg tikið so nógvar myndur, sum í mai í ár.  Hví so man vera? Á jú uttan iva, tí veðrið herumleiðir er so óalmindiliga avbjóðandi.
Her er ein lítil smakkur av tí vit upplivdu fyrst í mánaðinum.
Og vit syngja nú sum áður .. ungmoy í mai so kvøður .. og tú undirfulli mai ......