tirsdag den 19. april 2011

Sól, heglingsæl, vátaslettingur og full flóð umtrent .....


Og sólin sær 
ljósið skyggir í 
oljumálningunum
fær alt at liva á ein heilt serligan hátt
serliga hendan
ið øll hava eina meining um
og eg
eg elski hann
fær meg at grína
hvørja ferð eygað fangar hann
ella hann fangar eygað
hey bláu brillur
hvat krógva tit hmm ???
forvitin






hallo bygd
tendra okkum ljós
eyðkennisbláuobelixbuksurnar

sumt er so vakurt, at hjarta bankar vilt og ørt og eyguni verða sinnisrørd
annað fær eyguni at søkja aðrar vegir og finna onnur mið at seta seg á meðan sumt er so ágangandi at eyguni líkasum av sær sjálvum søkja tað ljóta, mishátta, miseydnaða

hála gardinurnar fyri
sigur onkur
                                                          
eg sigi nei
tað er ein mannarættur og kvinnurættur forrestin - at hava gardinurnar drignar frá so alt kann sleppa inn til eyguni - so má eg bara finna meg í tí ljóta
tað sigur Blika eisini -  inná sandin sigur hon eg vil sleppa inná sandin  har er onki útsýni til obelixblátt
eygnahvíld eina løtu



Ingen kommentarer:

Send en kommentar