søndag den 28. oktober 2012

Harra Kirkeby í Villingebæk og á Glyptotekinum

Kirkeby
Tá eg svimji mær ein lítlan túr á strondini í Villingebæk, er útsýnið frítt til hetta listaverkið ...

jú, jú, hettar er eitt stórt listaverk í so nógvar mátar.
Tað er ikki heilt lætt at góðtaka, at hettar er list, og kjakast verður á strondini um verkið. Fólk eru sera, sera ymisk á máli.

Fara vit niðanfrá, síggja vit listaverkið úr øðrum sjónarhorni við snóri sum forgrund. Vit eru her inni hjá grannanum, so eg veit ikki, hvussu sær út hinumegin. Spurningurin kundi verið: er grannin respektleysur, at seta ein snór, eitt niðurfallið fuglahús og ein bonk uppat listaverkinum????
Eg veit tað ikki. Og akkurát nú tími eg ikki ordiliga at vita tað. Men tað sær gott út hiðani eg standi. So er tað tað, um terminologiin kann góðtakastat, tá um  so stóra list ræður? Nei, tað er tað ikki, men tá tað nú er eitt diskussiónsevnið, so kann eg ikki bara soleiðis knappliga hava eina meining !!! Og tó, og tó .... vinkonan elskar múrsteinsverkini hjá Kirkeby td. Systir mín hevur ikki tey vakrastu orðini til hesi verk og eg ??? ja, sum sagt, so eri eg ikki heilt samd við meg sjálva hvat eg skal meina og hugsa .....
Heilt øðrvísi er tað við framsýningini á Glyptotekinum við málningum og skulpturum hjá Per Kirkeby.


Epifani: ein opinbering ella tá tú í einum brái hómar tað guðdommiliga ella ein knapplig, intens uppliving av tí gerandisliga ....
Hettar er heitið á framsýningini á Glyptotekinum.
 Eitt kór av egyptiskum, griskum, rómverskum, fronskum og donskum røddum í eini 5000 ár eru her í museenum. Fleiri teirra við motivum og temaum, ið ikki eru ólík teimum, vit finna hjá Kirkeby. Og øll hava tey eitt felags mál:
 at siga eitthvørt um tað guðdommiliga, sum vit kanska ána í brotum ella
 
 tann intensa upplivingin í gerandisdegnum ella

 opinbaringin.
Struktur bygges op af efterladte intentioner
på den måde bliver gode motiver til skjulte motiver
og afslører deres sande natur
det er derfor man kalder dem landskaber til slut.
per kirkeby, et digt i samlingen " Billedernes titler 1998
Sí hendan skulpturin. Heiti: nøs.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar