Tvungin abortráðbeving!!!
......ovast á breddanum á Dimmu, og tað er sjálvandi Miðflokkurin, ið nú rópar hurrá fyri sínum nýggja málsøki.
Marna Jacobsen hevur bloggað, og eg loyvi mær at sitera úr hennara bloggi:
"Í føroysku abortlóggávuni, sum sjálvandi er donsk, hevur kvinna rætt til abort, um:
- - vandi er fyri lív og heilsu hjá kvinnuni
- - hon er gjørd við barn við revsiverdigari handling
- - um vandi er fyri, at barnið kann gerast sinnisjúkt (her verður eisini epilepsi talt við)
- - um likamligar ella sálarligar defektir gera kvinnuna óegnaða at taka sær av barninum
Í øllum øðrum viðurskiftum skulu tveir læknar sínaámillum samráðast um, hvørt kvinnan skal hava abort ella ikki.
Nú skal so ein triði persónur aftrat gera eina vurdering."
Er tað hesum vit hava brúk fyri nú? Eg má spyrja og undrast!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar