onsdag den 28. maj 2014
Tankar eru tollfríir!
Tankar eru tollfríir!
Trúgvi, at nógv hugsa so sum eg, tá tað snýr seg um hesi persónligu málini hjá politikarum. Í Dk er ein politikari komin út at skíta tí hann ikki altíð finnur rætta pengapungin fram. Her hjá okkum er ein gomul søk um óreglusemi í tolli og óerligheit á tíðindafundi vorðin ein sonn gøla.
Hevur tað nakað við politikkin, ið skal førast at gera? Er tað ikki hettar sneyti lindið, sum vit dyrka so herviligt herumleiðir? Okkara tørvur á at síggja makt menniskju verða lítil og svinga í tunnum tráði? Ella er tað í lagi og kann forsvarast, at miðlarnir fara so fram?
Tað er spurningur, ið eg royni at svara fyri meg sjálvan, og nú deili við tykkum her.
Niðurstøðan er, at tað er í ordan!
Og tað er tí:
tað er ógjørligt fyri vanlig fólk, sum meg og onkur onnur við mær, at seta seg inní øll viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri okkara lív. Tað ger, at man er noyddur til at hava állit á ávísum, lat okkum bara kalla tað, autoritetum, sum taka avgerðir okkara vegna. Sum taka avgerðir í málum, vit ikki skilja ella hava áhuga í. Men fyri tað eru tað mál, ið hava stóra ávirkan á okkara lív. Politikarar eru slíkir "autoritetar". Ráðharrar eru valdir at ráða fyri okkum øll, ikki bara sín flokk, minnist til tað. Ministari merkir tænari! hvørki meira ella minni.
Og her er tað so, at hesi persónligu málini gera vart við seg og siga mær nakað um persónin aftanfyri heitið, ráðharri, í hesum føri. So jú, skal eg hava álit á, at hesir persónar kunnu taka avgerðir mína vegna, má eg hava álit á teimum. Og eitt er víst, at tað er ringt at finna álitið fram , eftir tað, vit hava verið vitni til hesar seinastu dagarnar. Og so er eitt aftrat. Slíkar sakir kunnu jú verða grundarlag fyri gevandi kjaki um viðkomandi viðurskiftum í okkara samfelagi. Og vónandi skumpa alt eitt sindur aftur á beint, um tað nakrantíð hevur verið har. Á beinum that is!
So mugu vit síggja hvussu leikur fer í hesum máli. Ella um tað verður sum tað plagar undir sitandi samgongu.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar