lørdag den 24. marts 2018

At svimja á sjónum.

Kalt, salt og deiligt!

Vit hittast í handlinum yvir diskin, og eg spyrji:
"Hvussu eru vestfallskyrrindini í morginárini?"
Anna stendur hinumegin diskin, kannar vestfallskyrrindini á fartelefonini. 
" Tað er fínasta slag kl. 9, skulu vit ikki bara siga tað?" 
















Og áðrenn eg fái stundir at játta, letur í einum manni, ið hevur fylgt væl við og hyggur undrandi uppá okkum báðar: 
" Altso fara tit til útróðrar í morginárini? " spyr hann so.
Vit flenna : "Nei, nei, vit fara at svimja?" 
Nú eru glómur í honum: "Svimja, á sjónum?? er tað ikki heilt óluksáliga kalt?"
Svarið er jú, óluksáliga kalt, men soleiðis hugsa vit ikki, vit hugsa:
" Deiliga kalt!"




Himmalin er ljóst kobolt bláur. Eitt myrkt æl hongur yvir Vágoynni.
Um vit skunda okkum, so klára vit kanska at blíva vátar, áðrenn ælið rakar Brúnna.
Brúgvin. Okkara serliga stað. Vit siga bara - inniá Brúnni. Her er sum oftast stilli, hóast vindurin ýlir omanfyri. 



Kavi, stilt, vakurt. Eingin dagur er líka. Okkara samrøður eru kanska ikki so varieraðar ...... tá vit koma blásandi úr sjónum ein kaldan vetrardag  .... ahhh tað er kalt, tað svíir oman eftir hálsunum, tá er tað ræðuliga kalt, tá armarnir eru kensluleysir, er tað bara kaaalt, men hvønn ein tann einasta dag er 
niðurstøðan tann sama:





Ooooog helgens tað er lekkurt kalt, deiliga kalt og so er tað eisini ræðuliga kalt onkuntíð og allarbest, um tað eisini er ordiliga salt. Hitin er longu komin í kroppin aftur, áðrenn vit eru eru komnar niðan til stoypta sementkantin, har vit skifta, tá veðrið er turt. Og so gongur prátið um leyst og fast. 


Besta brúgv í verðini, tað halda vit. Her er altíð gott. Og regnar og er nakað nógv av roki og vindi, so skifta vit inni í Seglhúsinum. Tað hava vit mangan verið glaðar fyri, at vit hava tann møguleikan.



Og so eru høgtíðir og minnisdagar at feira. Á hesari myndini er tað jólaaftans svimjingin, ið er á skrá.  Vit flenna nógv. Heilt nógv. Og tað er so fantastiskt at koma saman hvønn tann einasta dag í árinum og vera felags um hesa deiligu, køldu uppliving. 
So vit halda á.... så længe skutan kan gå!!

2 kommentarer: