lørdag den 14. september 2013

Hoyrir tú at tey rópa...



Tvungin abortráðbeving!!!


......ovast á breddanum á Dimmu, og tað er sjálvandi Miðflokkurin, ið nú rópar hurrá fyri sínum nýggja málsøki.
Marna Jacobsen hevur bloggað, og eg loyvi mær at sitera úr hennara bloggi:

"Í føroysku abortlóggávuni, sum sjálvandi er donsk, hevur kvinna rætt til abort, um:
  • -        vandi er fyri lív og heilsu hjá kvinnuni
  • -       hon er gjørd við barn við revsiverdigari handling
  • -       um vandi er fyri, at barnið kann gerast sinnisjúkt (her verður eisini epilepsi talt við)
  • -       um likamligar ella sálarligar defektir gera kvinnuna óegnaða at taka sær av barninum

Í øllum øðrum viðurskiftum skulu tveir læknar sínaámillum samráðast um, hvørt kvinnan skal hava abort ella ikki. 
Nú skal so ein triði persónur aftrat gera eina vurdering."
Er tað hesum vit hava brúk fyri nú? Eg má spyrja og undrast!

søndag den 8. september 2013

Hon er unik og hevur kvalitet.



Harpa

hon er unik 
hevur kvalitet
hóast skapt í svárastu kreppu
er ikki slakað
hon er eitt "tilløbstykkið"
og so grúiliga nógv meira enn tað


hettar pettið av henni, kundi eg hugsað mær at fingið við heim, men eg hevði ikki pláss....

snotuliga Harpa
 í regni

vit kroka undir glasinum

inni

<3 font="">

og hettar fitta parið ger sjálvandi upplivingina enn størri

Olafur Eliasson sigur, at fyri hann er Harpa ein heilt serlig verkætlan. Listamaðurin og Henning Larsens Architects hava arbeitt tætt saman longu frá byrjanini í design prosessini. Tað gevur heilt serligar møguleikar at skapa tað heilt serliga sambandið millum arkitekturin og listina í bygningsverkinum.
Til ómetaliga gleði fyri okkum øll, ið vitja Harpu.
bæði sum eitt stað, har tú mást inn at uppliva bygningin, men eisini, sjálvandi eitt livandi stað við konsertum, framsýningum og restauratiónum.

lørdag den 7. september 2013

Leygarmorgun á Brúnni

7 - 9 -13
Ein fagur morgun

Ótrúligt, sum veðrið er vakurt í morgun. Sum so mangan morgun hesi seinastu árini, so hittast vit á Brúnni. Fyrst og fremst tí vit elska kensluna av kalda sjónum móti holdinum. At koma upp aftur úr sjónum er ein góð kenskla. Tí fara vit - dag um dag,  ár um ár. Óansæð veður og vind.


Og slíkan dag sum í dag er tað nakað heilt, heilt serligt.
Fyrst skal sjógvurin kannast. Heilsa uppá allar bátarnar, ið fara út og koma inn.
Stuttligt at fanga støður sum hesa við fototólinum. Bina sær út, sum hon gongur á vatninum. Hallo Bina, vit hava hoyrt um tað fyrr, men ikki sæð tað!!!
 Fjørðurin er spegilsblankur
 So er tíð til alt tað góða, sum vit hava tikið við heimanífrá
Og allar søgurnar, sum fær fjøruna at klinga av látri og góðum lagi. Og sólin, tann deiliga sólin!
Gott vikuskifti.

tirsdag den 27. august 2013

List í Reykjavík

Tað er fríggjamorgun í Reykjavík
nakað grátt
regnar


arbeiði, ið skal gerast. løgið, sum framsýningarhøli ongantíð eru klár, so man bara kann samla seg um at fáa eina framúr góða framsýning upp at hanga.....
vit ganga runt um ein baraldarrunn
vaska
spartla
krógva kontaktir
og so er sumt
sum ikki letur seg
krógva
fáa eina ventilatións rist at síggja út sum partur av framsýningini
vita um tað er gjørligt, at sýna skulpturellar kúlur á einum træborðið, sjálvt um vit væl vita, at tað ber ikki til ......
fjaldar kontaktir
nývaskaðir veggir
ódúkað borð 
og ein ventilatións rist
ynskja øllum hinum eina vælsignaða framførslu
hóast umstøðurnar

mandag den 12. november 2012

Ein túrur í Nicolaj

 Eg eri áin ... fossurin

Eg tók alla familjuna við í kirkju í gjár.
Í Nicolaj Kirkjuna. Kunsthallen.
Eva Koch hevur eina stóra video installatión í høllini. Ein fossur í fullari stødd. Við fossaduni og allari megi.
I am the River, er heiti á installatiónini. Tað ásannaði eg eftir fáum sekundum, tá friðurin fall yvir meg og eg mátti bara vera fossurin.
Møguliga er tað listafólkið, ið er fossurin, men eg loyvi tó eisini mær at fáa kensluna av tí sama.
Børn, ung og eldri fingu øll somu kenslu. At undirleggja seg stórleikan.
Tað var ein sjáldsama innilig, andalig uppliving.
Ein tann størsta eg havi havt av sínum slag í einari kirkju. Ein ótrúlig uppliving fyri sál og sinn.
Stórt!!!