fredag den 22. april 2011

Hunda dagar í apríl

Vit hava havt prinsessuvitjan nú í nakrar dagar. Ongantíð havi eg verið hundafólk, men tað kann man kanska blíva? Líkamikið. Vit hava havt hund nú á 9. degi. Blika er ein góður hundur, ella eg skuldi allarhelst sagt tík. At ganga túr við henni er avbjóðing av teimum heilt stóru.


Hon er ein vøkur prinsessa. Elskar at vera úti. At ganga túr, at heilsa uppá aðrar hungar ..omg .. tað gongur ikki stillisliga fyri seg, og eg skal mobilisera allar mínar kreftir.  Fyrradagin niðri í Gørðum, møttu vit ikki færri enn tveimum kettum. Blika man hava hildið, at hon kundi klárað eina kettu  (ja, ella tvær ).. denn dummi hundur. Og neyðars eg!! Tað var um reppið, at armarnir vórðu skriktir av.   


 Onki kann metast við ein túr burtur í haga. Og í dag er veðrið til hagatúr
... og svimjitúr í Bjarghyli

 Góðir dagar í Vestmanna.

tirsdag den 29. marts 2011

Uttan makrel ...



Makrel, makrel  ..... krel ....
Av tí at eg ikki havi lagt oyra til útvarpið í dag, so havi eg nærum abstinensir, tí eg veit ikki nýggjasta nýggja frá makrelinum .....

men her er eitt praktexemplar.
tó spanskt

mandag den 14. marts 2011

Postkort ... og myndir, minnir .....

Allastaðni rundanum meg
myndir, smáir lepar, postkort, A4 ørk, A5 ørk, A6 smáar bøkur  við løgnum, stuttligum, hugvekjandi, hjartanemandi, smáum viðmerkingum, orðum, lýsingum, tekningum  ..
alt slíkt, ið nemir við mínar láturvøddar, mínar tárakeldur, mínar smílivøddar
mín huroristiski sansur hevur góðar dagar, tá eyguni flyta seg frá telduskíggjanum

lørdag den 12. marts 2011

Grækarismessu svimjing

5gradir á sjónum




sjógvurin stillur, mjúkur

tuflurnar hjá Annu lita landslagið

So marsjera vit til grækarismessuhald

Ann hevur bakað og bryggjað
Bina veittrar við merkinum