søndag den 11. september 2011

Sunnumorgun 11. september 2011

  Sunnumorgun



........Eitt óvitandi beist
Hvønn fyrrapart
skal eg 
Svøvnskarvur
syngja tær lov
(innantanna,
um ikki annað,
nú er tað bannað) 


fyri tað, tú veitst:


 at tú ert skapari
 himna, jarðar og

manna.


 Har var ikki spart.


Mikið varð mær givið: eg varð til -
lívið bar meg inn í streym og anda av eind,
leiddi meg mót steinunum og  stjørnunum eitt bil,
móti blómum, dýrum, mannatokka, til sál mín var greind.

lørdag den 30. juli 2011

Feria við Vesturhavið

Tað er kvøld.
Tað er 22. juli 2011.
Oman at fáa um endan á sólsetrinum. Aldurnar skola ógvusligt í kvøld. Tær vóru meiri friðarligar í morgun.
Tá tíðindi bórust seinnapartin, var hugni innandura við blomsturmáling, livandi ljósum og eldi í brenniovninum. So kom eyka tíðinda sending ..... tíðindi úr Norra siga frá eini ógvusligari spreinging í miðbýnum í Oslu ...... og sum dagurin leið .....

Hesin dagurin fer í søguna. Hann festir seg í minnið. Hann fer ongantíð frá mær. Ongantíð. Ongantíð.....

fredag den 22. april 2011

Hunda dagar í apríl

Vit hava havt prinsessuvitjan nú í nakrar dagar. Ongantíð havi eg verið hundafólk, men tað kann man kanska blíva? Líkamikið. Vit hava havt hund nú á 9. degi. Blika er ein góður hundur, ella eg skuldi allarhelst sagt tík. At ganga túr við henni er avbjóðing av teimum heilt stóru.


Hon er ein vøkur prinsessa. Elskar at vera úti. At ganga túr, at heilsa uppá aðrar hungar ..omg .. tað gongur ikki stillisliga fyri seg, og eg skal mobilisera allar mínar kreftir.  Fyrradagin niðri í Gørðum, møttu vit ikki færri enn tveimum kettum. Blika man hava hildið, at hon kundi klárað eina kettu  (ja, ella tvær ).. denn dummi hundur. Og neyðars eg!! Tað var um reppið, at armarnir vórðu skriktir av.   


 Onki kann metast við ein túr burtur í haga. Og í dag er veðrið til hagatúr
... og svimjitúr í Bjarghyli

 Góðir dagar í Vestmanna.

tirsdag den 29. marts 2011

Uttan makrel ...



Makrel, makrel  ..... krel ....
Av tí at eg ikki havi lagt oyra til útvarpið í dag, so havi eg nærum abstinensir, tí eg veit ikki nýggjasta nýggja frá makrelinum .....

men her er eitt praktexemplar.
tó spanskt