onsdag den 30. juli 2014

Gult og svart og so órtúliga nógv annað og meira ....




Tankar um Ólavsøkuframsýningina.

Eg havi stolið frá Tóroddi:
"Ólukksáligt sum tað er heitt. Orðini bráðna sum sjokoláta í somu løtu tey verða orðað. Havi tømt fleiri vatnbrunnar av vatni niður í meg og fylt líka nógvar aftur við sveitta. Gloymi hvat eg skuldi ella skal. "


Nakað soleiðis var tað at koma inní framsýningarhølið á Ólavsøku uppi í Listaskálanum. Men tað, at orðini bráðnaðu, ger onki, tí tey vórðu ikki neyðug. Tað snúði seg mest um hettar at taka ella at taka til sín ella at inntaka ... framsýningina. Ella taka hana inn. Og í tí øgiliga hitanum, sum var í framsýningarhølinum,  var ikki hugsingur um at tosa um ella at sodna nakað sum helst.  Við eygunum, oyrunum og annars øllum sansum varð framsýningin tikin. 

Og ikki var eg tann einasta, ið hevði leitað mær niðan í tær heilagu hallir at uppliva ársins brak! 

Um 200, øl og oliven skal eg ikki siga eitt orð. Tí har er vist alt sagt! Fólk gingu við súsi fyri oyrunum og smíli á varrunum, tá eg kom niðan í skálan. Forseint, eg sigi ikki sjálvandi, tí tað er einki sjálvandi, men føroysku klæðini eru tódnaði. Haldi faktisk tey tódna á hvørjum ári. Nå, ikki fleiri umberingar. Men týðiligt var, at øll høvdu haft eina megnar uppliving við 200 og upplatingarrøðu og alt tað, sum hoyrir til, tá Ólavsøkuframsýningin letur upp. 

Kendist, umframt heitt, fantastiskt at koma inn. Eyguni leitaðu runt og festu seg her og har. Flákraðu og støðgaðu. Scanningin var í gongd. Tankar, myndabrot, upplivingar fáa ferð á og royna at festa seg. Meðan annað bara fer framvið í allari stillheit! Og her var nokk at velja í. Eitt satt fyllishorn. 
Her eru stuttlig, bundin verk hjá Randi Samsonsen.
Rútmisku, dansandi aquarellirnar hjá Bárði Jákupson.
Gulu vendetta prentini hjá Hansinu Iversen, Jóhann Martini Christiansen og Claus Carstensen, sum løgdu støðið undir framsýningina. Tóroddur Poulsen vara eisini har og altíð spennandi verkini hjá Hanni Bjartalíð, fotomyndirnar hjá Onnu Katrinu Højgaard. Syrgiligu andlitsmyndirnar hjá Saga Kapnas og sculpturella installatiónin hjá  Sámali Blak. Megnar yrkingin hjá Sissal Kampmann, dukkulisurnar hjá Elini Josefinu Smith og so dekorativu avhøvdingarnar hjá Biritu Poulsen framvið øllum myndunum og postkortunum. Og so øll tey, sum ikki eru nevnd her. Øll høvdu tit tykkara umráðandi og serstaka leiklut í Ólavsøkuframsýningini 2014. 

Eg frøddist um verkini, ið Steinprent hevði við á framsýningini.  Harímillum verkini hjá Claus Carstensen, ið hingu á miðvegginum og líkasum deildu rúmið í tvey. Svørt, dominerandi og avbjóðandi í heildini. Ørkymlandi við sínum óklára og fleirtýdda boðskapi, og tú kanst fata tað sum destruktivar linjur og skøvur, ið fara gjøgnum grafisku verkini. Haldi eisini, at tær ótrúliga fínu myndirnar hjá Rannvá Kunoy spældu so sera væl upp ímóti myndunum hjá Claus. Og so má eg eisini nevna Fríðu Matras Brekku, ið yvirraskaði við sínum heilt serligu fotomyndum. Soleiðis kenna vit slett ikki Fríðu, og tað í sær sjálvum er gott at síggja okkara listafólk royna seg á nýggjum økjum.
Veggurin við Janusi Kamban var so heilt serligur, at tað krevur eitt ummæli fyri seg. Myndirnar, lino skurðar í svørtum og í litum,  eru allar úr húsum Janusar, og skulu tær verða við til at fíggja eitt listahús fyri listafólk, ið koma hendanvegin at arbeiða. 

Nú ætlaði eg sum so ikki at nevna nakran, men bert tosa um framsýningina sum eina heild og sum ein ómetaliga týdningarmiklan part av Ólavsøkuni og hettar, at lova amatørunum framat í Listaskálanum. Eg haldi tað er umráðandi, at tey verða sett saman við okkara etableraðu listafólkum. Kuratorarnir hava so valt í ár at ramma mesta av amatørlistina inní eitt kempistórt "Eg elski teg", skapt við postkortum hjá Ásmundi Poulsen. Eg haldi, at hugskotið er genialt. Tí orðið amatørur kemur jú úr latínska orðinum kærleiki, amare. Og eftir hesum at døma er kærleiki her í ovurnøgd. 
Í fyrstu atløgu tá eg vendi mær á gólvinum í salinum og varð yvirfallin av myndaódnini og ikki fataði hvat var á vási, hugsaði eg ...What??? Men so við og við fekk eg fatur í boðskapinum, og tíggjoyrað fall.  Haldi at myndirnar riggaðu væl í øllum postkortunum. Tvær myndir hjá Duritu Dam riggaðu serstakliga væl og provokeraðu væl afturímóti við sínum fínu, lættu litum móti tí meira grønt dominerandi heldur tunga postkort litaða.

Tóroddur setti seg í súkkluskúrin, tí har var kaldast, og har fekk hann hugsað. Eg hevði ikki ordiliga tørv á at hugsa tað stóra, so eg fór út millum øll hini smílandi fólkini og tosaði um myndir, postkort og Ólavsøkuna, ið lá fyri framman!
Hon byrjaði so í hvussu so er við einum ordans braki av eini framsýning!

onsdag den 28. maj 2014

Tankar eru tollfríir!








Tankar eru tollfríir!

Trúgvi, at nógv hugsa so sum eg, tá tað snýr seg um hesi persónligu málini hjá politikarum. Í Dk er ein politikari komin út at skíta tí hann ikki altíð finnur rætta pengapungin fram. Her hjá okkum er ein gomul søk um óreglusemi í tolli og óerligheit á tíðindafundi vorðin ein sonn gøla.
Hevur tað nakað við politikkin, ið skal førast at gera? Er tað ikki hettar sneyti lindið, sum vit dyrka so herviligt herumleiðir? Okkara tørvur á at síggja makt menniskju verða lítil og svinga í tunnum tráði? Ella er tað í lagi og kann forsvarast, at miðlarnir fara so fram?
Tað er spurningur, ið eg royni at svara fyri meg sjálvan, og nú deili við tykkum her.
Niðurstøðan er, at tað er í ordan!
Og tað er tí:
tað er ógjørligt fyri vanlig fólk, sum meg og onkur onnur við mær,  at seta seg inní øll viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri okkara lív. Tað ger, at man er noyddur til at hava állit á ávísum, lat okkum bara kalla tað, autoritetum, sum taka avgerðir okkara vegna. Sum taka avgerðir í málum, vit ikki skilja ella hava áhuga í. Men fyri tað eru tað mál, ið hava stóra ávirkan á okkara lív. Politikarar eru slíkir "autoritetar". Ráðharrar eru valdir at ráða fyri okkum øll, ikki bara sín flokk, minnist til tað. Ministari merkir tænari! hvørki meira ella minni.
Og her er tað so, at hesi persónligu málini gera vart við seg og siga mær nakað um persónin aftanfyri heitið, ráðharri, í hesum føri. So jú, skal eg hava álit á, at hesir persónar kunnu taka avgerðir mína vegna, má eg hava álit á teimum. Og eitt er víst, at tað er ringt at finna álitið fram , eftir tað, vit hava verið vitni til hesar seinastu dagarnar. Og so er eitt aftrat. Slíkar sakir kunnu jú verða grundarlag fyri gevandi kjaki um viðkomandi viðurskiftum í okkara samfelagi. Og vónandi skumpa alt eitt sindur aftur á beint, um tað nakrantíð hevur verið har. Á beinum that is!
So mugu vit síggja hvussu leikur fer í hesum máli. Ella um tað verður sum tað plagar undir sitandi samgongu.

lørdag den 26. april 2014

Kanska er tað eisini spæl ...

Kanska er tað bara spæl ...


Ótrúliga forvitnislig framsýning lat upp niðri á Skálatrøð í gjár.
Listameistarin Hanni Bjartalíð is back!
Aftur hesaferð hugtekur hann meg og tekur meg totalt á bóli! Alt er nýtt og annaðleiðis, og tó so kann eg við vissu siga: hettar er Hanni og eingin annar enn Hanni. Ein uppliving av teimum stóru.
Uppliving fyri eygu, sinn og sál. 

Myndir, er allarhelst ikki rætta orðið at brúka, um tað, sum Hanni ger. Men eg kalli tað so myndir, standmyndsmálningar kanska og standmyndir, men tað riggar heldur ikki til Hanna. Kinna hevur lýst hansara arbeiði so væl, bæði á føroyskum og enskum máli, so tað nýtist ikki mær at gera. Vil bara vísa til hennara tekst.
Hann er ein listamaður, ið hevur nógv um at vera í løtuni. Og ein listamaður, ið hevur nógv uppá hjartað.
Hann arbeiðir við eini stórari verkætlan í Manchester í Englandi. Spennandi projekt við skapum, ljósi og skugga.

Kanska gera vit eina ferð til Manchester, tá framsýningin letur upp!! Uttan iva fáa vit fylt flogfarið upp. Og leypa trý pláss av, so kunnu tríggir fótbólts fjepparar sleppa við eisini.

Tríggjar fyrstu myndirnar, eg havi sett inn eru allar úr Manchester. Her er aftur ein annar listabúni. Og tó eru vit ikki í iva um, at hettar er Hanni Bjartalíð. Hann experimenterar og spælir sær við tilfarinum og listarliga snildi sínum. Trúgvi ikki, at tað er fornermisligt at siga, at listafólk spæla sær við sínum arbeiði. Tí spæl av slíkum slagi, sum hesum, er rámasta álvara, sjálvsagt, akkurát sum tað er fyri børn, tá tey spæla.

Eg hugsi ofta, um hann er greiður yvir tá hann byrjar uppá eina "mynd",  hvussu hon skal verða, tá hon er liðug. Eg giti, at hann hevur eitt mál, men at hann ofta letur seg letur seg lokka ymiskar vegir í arbeiðsprosessini.

Hanni Bjartalíð hevur aftur glett meg við feitastu framsýningini í ár hugartil!

Minnist so væl fyrstu myndirnar eg sá hjá honum fyri nógvum árum síðan.
Eg var rættiliga ótrygg. Visti ikki hvat eg skuldi meina og halda. Øgiliga skeptisk. Hevði næstan hug at siga sum summi: skal hattar vera list? skal man til útlond at nema sær útbúgving og koma aftur at vísa okkum hettar? hmmm!! forferdiliga nógvar spekulatiónir og rukkur í pannuni. Men myndirnar fingu okkurt at vakna og liva í mær. Eg mátti yvirgeva meg. Og so fór eg at flenna, og so var latið upp inntil góðtøkuna og eg varð seld. Síðan hevur Hanni verið ein av mínum yndislistafólkum. 

Steinprent er eitt fantastiskt stað í metropolinum. Og fert tú uppá møtir tær hendan orange litta hurðin. Hanni hevur sæð møguleikan fyri bláu myndini umgangandi og her hongur hon einastandandi væl!  

Líka nógv listaverk eru uppiá í Steinprent, sum niðri í framsýningarhølinum. 


 





Listaframsýningin er opin hvønn dag!! og tit kunnu ogna tykkum eitt ella fleiri av verkunum, ið eru framsýnd!  

fredag den 18. oktober 2013

Lýsandi leyv.




Litirnir lýsa í morgun
tað er heyst
ikki hevur tað verið vakrari 



Life starts when we start growing a garden!!









og vit hava hálað bátin uppá land. So kann veturin bara koma, og fyrst skal heystið njótast.......

mandag den 30. september 2013

Mánadagur it's Monday





Tað er mánadagur. Børnini hava funnið eitt súkklu hjól í garðinum. Tað er mánadagur. Hon brýnir knívar ......
og soleiðis syngur skaldið á Velbastað.
Eg festi meg faktisk við hana, sum brýnir knívar, sjálvt um sangurin hjá Teiti kann leggja seg í fleiri løg, í tað romantiska bygdalívið, men so er tað tað við hasum knívunum og onki fordekt í at keypa bensin, tað gera fólk dag og dagliga, men í hesum kontekstinum fær tað eitt so ørkymlandi brá, tað kann absolutt eisini leggja seg bæði á ein og annan bógv, serliga tá tað verður sungið av klingandi barnarøddum við symfoniskum undir - og yvir tónum.... 
Men tíbetur var pumpan stongd.
Og køkurin er ruddaður!

Her er so mánamorgun, og eg klikki meg á nýggjheitirnar her og der... ein ítróttar venjari verður ákærdur fyri at gera seg inná børnini, sum skuldu havt álit á hann
64 % av teimum gomlu á heimum brúka blæu
Børnini røra seg eg ov lítið 
USA letur aftur, um ikki kongressin samtykkir og tekur seg saman....
Timberlake verður í parkini einaferð komandi
og fleiri aðrar katastrofur eru vællýstar 
Ikki tala um ítróttin, hann lati eg so liggja, men har er eisini eitt og annað.
Tað er mánamorgun
Og vitin, hann lýsir at vísa veg í tí heila.
Góðan mánadag!