søndag den 25. oktober 2009

Ein lítil blogga um eina stóra søk





Í gjár var ST dagur
24.10
Kvinnukonventiónin var yvirskrift
Varð samtykt her á landi í 1987
Tað er gott nokk ótrúligt ha?
Haldi øll høvdu gloymt tað, so tað var gott høvi at minna á tað í gjár. Har vóru eisini nøkur tingfólk Eyðgunn, Bergtóra, Bjørt Samuelsen, Jóannes Ejdesg. Hans Pauli. So nøkur vóru 5 av 33. Hmmm. Nei, ikki nokk. Men 3 konur og 2 menn.

Kvindekonventionen kaldes også CEDAW efter de engelske begyndelsesbogstaver

Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women
vedtaget på FN's generalforsamling den 18. december 1979
ratificeret af Danmark den 7. april 1983
ratifiserað av Føroyum 1987

Nakað av fólki hevði funnið sær niðan í NLH. Eini 60. Javnstøðunevndin og Demokratia stílaðu fyri. Lisbeth Petersen setti fundin. Hon er sjálvandi fyrrverandi politikar.
Eg sat har og spurdi meg sjálvan, hvar tey ungu ella yngru vóru.. har vóru ikki nógv av tí slagnum. Miðalaldurin var um 50 rokni eg við. Tó so vóru fleiri mannfólk enn eg hevði roknað við.
Eg tími slett ikki at skriva um skránna, ella tað, ið fór fram á fundinum.
Bert siga, at fyrra helvt var fín.
Seinna helvt var GEISP! ein íslendsk jura prof. í quinnu okkurt ( eg ætlaði at bjóða henni skeið í situatiónsfornemmilsum) sum helt ein fyrilestur á enskum um banalitetir, ið vórðu endurtøkur, ið áttu at verði kókaðar niður til 15 min ( og tá hevði tað verið nakað langt), men hetta helt á í ikki minni enn 65 min. Tá var tað eg hugsaði... forbannað gott at tey ungu ikki vóru her. Tí so komu tey ongantíð aftur til nakað líknandi.
Aftaná varð boðið til kjak, men fyriskipararnir høvdu sitiatiónsfornemmilsi, og skiltu væl, um fólk fóru avstað, tí hetta var vorðið í so drúgt.
So fór eg.
Enn ein ST dagur hálvrunnin.
Gott at kenna fleiri, ið fylla henda sama dag.

torsdag den 22. oktober 2009

Eitt sindur av Kylie



Museumstúrur av teimum heilt serligu


Kelvingrove Art Gallery and Museum í Glasgow. Eitt heilt ótrúligt stað. Eg gekk har meginpartin av einum degi ..... keddi meg ikki eitt sekund, men varð tikin á bóli soleiðis áleið annað hvørt sekund. Og tí mátti eg út aftur dagin eftir, tí har var so nógv, eg ikki sá, og okkurt, eg mátti síggja enn einaferð.
Er tað nakað hesir skotarnir duga, so er tað formidling. Eg havi verið inní málningum og spælt ein av persónunum. Eg havi bygt málning hjá Monet um. Flutt runt við innbúgvi í onkrum málningum, broytt litir og skap í øðrum. Spælt hundur, ið liggur við húsharrans bein, og sagt mína meining á eini teldu, sum so vísti mínar tankar á einum veggi... og omaná tað heila, so kundi eg koma á dagsskeið í tekning og máling, ella í skotskari listasøgu ella í ymisku rákunum innan málningalistina. Har vóru tilboð fyri børn undir skúlaaldur og annars børn í øllum aldri og serlig skeið fyri tannáringar, og fyri øll áhugað annars.... ja altso eg sigi tykkum. Uppliving av teimum heilt stóru.
Tað heila endaði niðri í museums kjallaranum, við eini fantastiskari framsýning av kjólunum hjá Kylie Minouge. Eitt var kjólarnir, ið tala sítt týðuliga mál, men áskoðararnir vóru eisini fantastiskir. Drags og eg. Kendi meg sum eitt lasafar.
Góðir dagar í Glasgow.
Tann deiligi býur.
Glasvegas, sum tey eisini kalla hann. Gleði meg til at koma aftur higar.

tirsdag den 20. oktober 2009

Huff og Puff

Tað er so nýmótans at tosa um fólk, sum skjóta seg sjálvan í beinið. Her er tað so Gearløs
( minnist ikki, hvussu hann eitur á før.) sum slær seg sjálvan í høvdið, ella slær, hann hamrar so tað forslær...
Eg fekk hug at vísa tykkum, hvat eg haldi fleiri læknar skuldu gjørt við seg sjálvan.
Júst so sum Gearløs.
Givið sær sjálvum ein ordans bakkalúara, fyri at fáa sorterað heilakyknirnar og beina tær óbrúkiligu burtur. So varð kanska sannlíkt, at vit vanligu fólk kundu komið í samband við læknarnar, og eg tosi ikki um telefonsamband, men vanligt tos. At læknin t.d hyggir uppá okkum tá vit leggja okkara dårligdómar fram fyri hann. At hann lurtar, spyr, lurtar, tosar, lurtar, greiðir frá, vísir okkum virðing og áhuga, troystar og whatever) Bara so, at tú kennir teg væl. So, at tú fært álit á læknanum.
( eg brúki kallkyn, tí orðið lækni er kallkyn, sorry.. tími ikki at skriva hann/hon. Um tað var okkurt positivt, gott.. so hevði eg kanska brúkt kvennkyn - livst so spyrst)
Systir mín hevði tað frálíka uppskot, at læknar skuldu verið góðskumettir. Akkurát so sum matstovur fáa smileys, so skuldu læknar fingið smileys, ella no smileys. Teir skuldu verið dømdir uppá sín fakliga dugnaskap, og ikki minst uppá síni evni ella væntandi evnir at tosa við fólk. Eg haldi simpelthen tað er genialt!
Læknar mugu skilja, at vit uppsøkja teir ikki fyri stuttleika, ella fyri at irritera teir.

Og so var tað læknin, ið bað sjúklingin halda turran, tí ongin f... tímdi at hoyra uppá hansara evindaliga grenj um pínu her og pínu der..
Sigst vera ein sonn søga, um lækna í Havn!

mandag den 19. oktober 2009

Ymisk er gongd og húgvuburður....



Enn ein áminnig til tykkum, døtur mínar. Ja, hattleysur maður er høvdkaldur maður. Síggja tit ikki, at flottasti harra Borsalino manglar? Gott, at skjótt eru jól.
Man ikki mangt eitt hatta freistarí verða at finna í gøtunum í bæði Washington og The Big Apple? Kanska er tað onki at óttast hóast alt, bert taka tað sum tað kemur. Kanska verður tað bara ein Stetson. Ein Royal Flush t.d ikki verri, ikki verri. Eg síggi møguleikarnar.

søndag den 18. oktober 2009

Veggurin, at heilsa uppá nógva ferðir dagliga

Babushkurnar standa so fittar omaná tí heila her. Minnir um farnar barnadagar og ferðir eystanfyri. Okkurt heilt súmbolskt er jú eisini í hesi basushkunum.
Her gangi eg framvið Guð viti hvussu ofta hvønn dag. Viðhvørt so støðgi eg á og hyggi uppá tykkum. Tit fáa eitt orð og so eitt kel eftir kjálkanum.
Ja, so gongur man her sum eitt býtt og tosar við ein vegg. Hvat verður tað næsta.. nei eg tori ikki at hugsa tankan.
Tveir ælabogar yvir húsunum her uppi í Brekku í dag.
Litirnir eru so ymiskir millum ælabogarnar og tað verður enn týðuligari, tá tú fangar løtuna í fotolinsuni.

Nú skal eg ikki vera verri enn dótturin, so eg fann eitt reytt kvinnumerki við nevanum í.
Merkið hevur stóran týdning fyri meg. Og hevur tað altíð verið so. Nevin skal vísa stríðsviljan. Ongantíð hava vit so nógv brúk fyri honum sum nú.
Eg eri vorðin klókari, reyðari og størri reyðsokkur við aldrinum. Valeri Solanas skrivaði SCUM manifestið, sum vit siteraðu og flentu eftir í okkara ungu døgum, men tá man lesur hennara søgu, so er ikki so nógv at grína at. At menn eru ein kromosomfeilur og ein fúl vittigheit, tað skilir man, at hon sigur. Og, at tað einasta hon angraði, eftir at hava skotið Andy Warhol var, at hon var ein so elendigur skytti.
Í 2009 undrar tað føroyskar politikarar, hagfrøðingar og onnur, ið telja fólk, at kvinnur, serliga ungar kvinnur ikki støðast so væl í okkara deiliga samfelag. Bert eitt pinkalítið klu.. lurta eftir orðaskiftinum um t.d abort, samkynd, javnstøðu, fólkaakirkju..... og so sum tað nýggjasta, so skulu vit skrivast í mantal!! livst so spyrt!