torsdag den 22. oktober 2009

Museumstúrur av teimum heilt serligu


Kelvingrove Art Gallery and Museum í Glasgow. Eitt heilt ótrúligt stað. Eg gekk har meginpartin av einum degi ..... keddi meg ikki eitt sekund, men varð tikin á bóli soleiðis áleið annað hvørt sekund. Og tí mátti eg út aftur dagin eftir, tí har var so nógv, eg ikki sá, og okkurt, eg mátti síggja enn einaferð.
Er tað nakað hesir skotarnir duga, so er tað formidling. Eg havi verið inní málningum og spælt ein av persónunum. Eg havi bygt málning hjá Monet um. Flutt runt við innbúgvi í onkrum málningum, broytt litir og skap í øðrum. Spælt hundur, ið liggur við húsharrans bein, og sagt mína meining á eini teldu, sum so vísti mínar tankar á einum veggi... og omaná tað heila, so kundi eg koma á dagsskeið í tekning og máling, ella í skotskari listasøgu ella í ymisku rákunum innan málningalistina. Har vóru tilboð fyri børn undir skúlaaldur og annars børn í øllum aldri og serlig skeið fyri tannáringar, og fyri øll áhugað annars.... ja altso eg sigi tykkum. Uppliving av teimum heilt stóru.
Tað heila endaði niðri í museums kjallaranum, við eini fantastiskari framsýning av kjólunum hjá Kylie Minouge. Eitt var kjólarnir, ið tala sítt týðuliga mál, men áskoðararnir vóru eisini fantastiskir. Drags og eg. Kendi meg sum eitt lasafar.
Góðir dagar í Glasgow.
Tann deiligi býur.
Glasvegas, sum tey eisini kalla hann. Gleði meg til at koma aftur higar.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar