Í Georgetown, Washington sá eg onkuntíð ólukkudýr, ið biddaðu um eitt oyra. Vietnam veteranar, sjúk, avlamin og so hesin harrin, ið hevði reitt sær ból frammanfyri eini fínari matstovu. Hann hevði, um ikki vundið flaggið á stong, so sett sær tað fast í soviposan, og so sang hann ein blues, tí okkurt skuldi man hava fyri oyra, ið varð slept niðurí plastikkoppin frammanfyri.
Eisini hann var errin av sínum landi og flaggi.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar