..og her standi eg so, uttanfyri hvítu húsini, við myndatóli. Vóru faktisk ikki so nógv fólk akkurát hesa løtuna, onkur hevði hug at siga eitthvørt við harra presidentin, við mikrofon, plansjum og myndum fekk harra Obama at vita, at hann var ikki Messias. Ein ungur maður vildi eisini vita, hví hann ikki fekk frið fyri FBI og so uppaftur nakrir kinverjar mettu ikki, at mannarætturin í Kina varð virdur sambært mannarættindasáttmálanum og slíkt eigur presidenturin at taka sær av.
Ein ung lesandi við Georgetown University setti seg spyrjandi í samband við meg, og vildi vita, um eg metti, at tað var ok, at fólk mótmæltu frammanyri hvítu húsunum. Eg segði henni mína meining. Helt, at tað var í lagi. Helt eisini, at tey vóru sera friðalig og sámulig, og uppboði av trygdarafólki og løgreglu var so at siga trygd fyri, at ongin fór at koma "til skaða".
Hon helt tað vera áhugavert sjónarmið og vit tosaðu um Europa, talufrælsi, og annað ymiskt.
Ein áhugaverd løta uttanfyri hesi víðakendu hús.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar