Her er ommusa, hann hevur fingið halloween klæði, sum mamma hansara hevur evnað til. Omman og abbin eru og vitja í "høvuðstaðnum" á veg til annað og størri.
Gleðin við at heilsa uppá í CPH er altíð stór. Hesa myndina fekk eg at rigga, men so siti eg Guð hjálpi tú mær og skítist við at fáa myndirnar at makka rætt her í Big Apple, so eg kann blogga um eitt og annað, men tað má allarhelst bíða, til eg havi investerað í ein Mac. Hmmm.
Sólin skínur yvir Empire State og meg.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar