søndag den 29. april 2012

!Nú er nokk!
Tað er kalt. Vindurin býtur í oyru og kjálkar. Men tey ungu hava bjóðað til mótmælistiltak, og tá kann eg ikki sita heima.






Byrjanin var dramatisk og effektfull!
Samhaldsfasti varð jarðaður ! Sum seg sømir við presti og avvarðandi.
Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Grasagarð. Her var alt ókeypis: kaffi, (súr)epladjús, køkur og pylsur.
Og ikki at tala um - frálíkar røður frá SU, Unga Tjóðveldi, formonnunum báðum, og formenninir í javnaðarflokkinum og tjóðveldi sluppu eisini framat. Síðani var tónleikur og felagssangur. Endabrestin leveraði Jóannes Nielsen, rithøvundur og gamal kommunistur.
Ein gamal reyðsokkur sum eg fekk tó ilt í reyvina av, at eittans konufólk var á palli. Tað var Sunneva, for"maður" í SU. Annars vóru bert menn, ið hildu røður og leveraðu annað undirhald. Gamaní vóru nøkur konufólk í jarðarferðar fylginum, men men ... tit eru ung og eiga at hugsa um slíkt!!! ( hetta má við)


 Hesir tríggir tykjast at hava eitthvørt uppá hjarta!
 Meðan Elias og Luitjen høvdu tað eisini stuttligt :)

Eg takki fyri eitt gott tiltak!

Ingen kommentarer:

Send en kommentar