lørdag den 5. maj 2012


Skulpturelt í Havn


Eg eri bygdafrell. Men eg eri øgiliga ofta í Havn, og nú ætli eg mær ikki at siga eitt orð um sokallaðu fólkaatkvøðuna!!!
 Men harafturímóti eitthvørt um, hvussu tað kann kennast til tíðir, tá man kemur til Havnar í leið 100, ella 300, tá eri eg noydd at skifta í Kollfjarðadali. Akkurát sum í 60'unum, tá vegurin ikki var samanbundin onkustaðni á Mjórkadalsleiðini vegna onkrar ósemjur um eitthvørt. Men nú eru vit so komin aftur í 60'ini for well. Tí eg havi roynt at fáa SSL at lurta eftir mær, men tað sýnist vónleyst, so vit skifta í Dalinum, sum í 60'unum.
Og nú er vandi fyri, at eg gloymi, hvat eg var í ferð við.
Altso tá eg komi til Havnar í leið 100 ella 300.
So koma hesir risarnir ímóti mær.
 Simpelthen úr øllum ættum. Hvar eg vendi mær.. næstan
 Eisini tá eg fari at svimja. Royni at vita, um Hans Pauli Olsen klárar at skugga fyri, men tað gongst illa.
 Nei, heldur ikki her ....
 Jú, nú eydnaðist tað ....
 og nú!!!
 Men teir eru fasinerandi .. herre min gud.
Eg má siga sum Jóhann úr Fámará Radio, forrestin Føroya besta radiostøð og fyritannsaksskuld sjónvarpsstøð!! hann sigur, at tað er so skulpturelt í Fámará, ikki órudduligt.
Lat meg siga tað sama um heðinssteyrarnar í Havnini. Kalt kjaft teir eru skulpturellir !!

Ingen kommentarer:

Send en kommentar