At lesa at skriva og eta eina appelsin afturvið!
Ikki sær
hettar út av nógvum. Ein gomul, nakað slitin hurð. Les - skriva og so nr. 40.
Tað er tað. Og skal eg greina fyri
tykkum, so skulu tit skilja tað soleiðis: Tróndargøta 40 og innanfyri heldur
Felagið fyri Lesi- og Skriviveik til.
Eg komi
beint inn í eina lítla, tronga gongd. Full av skóm og yvirklæðum. Hurðin er
opin innar í fyrstu skúlastovuna, sum eisini er kantór, fundarhøli og so
øgiliga nógv annað. Og so er hurðin víðari innar í køkin eisini opin. Her er
altíð onkur inni. Hettar er onkursvegna maskinrúmið. Her verða ætlanir lagdar,
her verður tosað og flent og grátið. Og etið.
Anna Karin,
formaður felagsins sigur, at eingin kann læra við tómum búki. Og tað er
fantastiskt, hvat kann fáast í lag við køksborðið í Tróndargøtu 40.
Her er Elsa. Hon spyr um tú vilt hava eitt speilegg ella kanska eitt krúss av kakao?
Og tað er
so nógv lættari at siga frá sínum trupulleikum yvir køksborðið við heitum
kakao, te ella kaffi enn í einum fundarhøli. Soleiðis er tað bara!
Elsa og
Anna Karin skera appelsinir, perur og súreplir og bera innar í øll rúm.
Teir
dugnaligu lærararnir lurta, leggja sær í geyma og spakuliga tømist køkurin.
"
Komið tit við okkum" siga Herbotg og eg. 4 næmingar koma við okkum. Tað eru tey vaksnu. Tey hava valt
at síggja filmin The Fault in our Stars.
Tey halda hann vera so mega góðan. Eg havi keypt bókina. Endin er, at
tey endurgeva innihaldið, skriva stíl um filmin og lesa brot úr bókini. Ein
super arbeiðsgongd. Og her var nógv nýtt at læra. Alt á enskum. Lærihugurin í
topp!!
Felags fyri
allar næmingarnar er, at tey hava trupulleikar við lesing, skriving og rokning.
Felags fyri
lærararnar er, at teir eru allir útbúnir lærarar, serlærarar, lesilærarar, orðblindalærarar
og ein Feuerstein instruktør.
Her fáa øll
góða hjálp.
Her verða
tey møtt sum menniskju og ikki sum trupulleikar.
Her er ikki
neyðugt at krógva seg.
Her trívast
tey og tí kunnu tey læra.
Onkur fer
uppá loft onnur í hølið við síðuna av og so fellur friður yvir Tróndargøtu og
undirvísingin er so smátt farin í gongd undir allari lonuni.
Hesin bloggurin er eisini at lesa á heimasíðunu hjá felagnum fyri lesi- og skriviveik
Ingen kommentarer:
Send en kommentar