søndag den 15. januar 2023

Ein oljufýring, ið hevur havt tað trupult.





Oljufýringar hava sína tíð .....


Okkara oljufýring hevur havt heilt ótrúliga nógv fólk rundanum seg í fleiri harrans ár. Ja, kanska øll árini, líka síðan hon kom í húsini í sínari tíð.

Og tá oljufýringin ikki hevur tað gott, so hevur eingin tað gott.

Fólk hava lýst uppi og niðri við lummalykt, Vatn er tappað av og koyrt á. Sjunturin er fluttur upp, upp, upp.
Trýstið er kvinkað uppeftir eisini og pumpan, tann triðja ella fjórða í røðini er eisini komin uppá nærum hægsta stig.

Og so summar morgnar, so er kalt. Øll húsini eru køld. Gólvini strálað kulda.
Ringja til oljufýrtænastuna. Jú, jú ...tað er nokk pumpan, ella trýstið ella sjunturin.....
So skifta vit pumpuna, skrúvað sjuntin og trýstið upp, so gongur.
Eina tíð.
So er aftur kalt.
Vit ringja!!
Roynið tit nú at tappa av og koyra á og skrúvað pumpuna upp ...ella trýstið ella sjuntin.
Og tømið vatnið av ovnunum.
So er aftur kalt.

Ovnurin í gonguni fýsur og knarrar sum ein kallur við dustsúgvara.
Ráðini eru at tøma ovnin, fylla á anleggið skrúvað upp her og har og alt, sum kann skrúvast.

Eitt er sikkurt. Man er illa farin, tá man ikki klárar sína oljufýring, og tað einasta man kann gera er at skelda og lamitera um ódugnaskap, tí hettar skrúvaríið riggar ikki. Og um vit so skifta pumpuna hvønn mánað, so verður hettar ikki í lagi!!!

Hvat er at gera!!
Jú, man kann sjálvandi tosa við nakað størri stavum enn áður og vera nakað meiri bestemtur enn áður, og jú mín sann, um vit ikki fáa navnið á manni, ið hevur skil fyri oljufýringum.
Gleðin er so stór, at eg eri um at smella á knæ og siga haleluja.

Og maðurin kemur. Hevur amboðskassa við sær. Stendur róligur og stríðist og strevast við at skifta gamlar syndir, rætta og lappa feilir, ið eru gjørdir longu undir ísetingini av hesu vælsignaðu oljufýring.
Hann fer grundiga til verka. Týðuligt er, at hann hevur skil fyri tí hann tekst við. Hann greiðir frá og arbeiðir. Tað tekur n
akrar tímar og ein skiftan ekspansiónstanga.


Og eg má siga. Takk!! longu morgunin eftir kennast húsini heilt øðrvísi enn í ómetaliga langa tíð. Hiti er í gólvinum, javnur hiti, einki fís og einki snís. Pumpan gongur á lægsta stigið, trýstið er har, tað eigur og sjunturin við.
Takk fyri tú góði handverkari.
Tú gjørdi okkum lívið lættari og betri og so nógv heitari!!

Men nú eru nýggjar tíðir.
Oljufýringar hava sína tíð og hitapumpur hava sína tíð .....
Nú skal oljufýringin út. Kanska onkur vil hava hana? hvør veit?

Hitapumpan er installerað.
So eftir er at takka oljufýringini fyri alt arbeiði, hon veitti okkum. Okkara inniliga ynski er, at tað verður lættari við hitapumpuni.
Og ár er nú liðið, og væl tað, síðan hettar hvíta vidundrið varð installerað. Væl hevur riggað. Men treyðugt so. Onkran kaldan morgun hava vit upplivað. Og serligar umstøður eru galdandi ísomáta. Men tað er ein heilt onnur søga, ið krevur heilt annan blogg. 
Hitapumpan hevur verið heilt ok.
Livst so spyrst.


torsdag den 4. juli 2019

Frí, frí, frí ......



Feria, frítíð, frælsið.



So er hon her, summarferian. Vit hava glett okkum nú eina tíð.Foreldur, børn, ommur, abbar, systkin og systkinabørn..... út á bygd at ferðast ella í summarhús er tað uttan iva nú um dagarnar, ella okkurt helt annað.
Børnini syngja við tá lýsingin fyri Smyril Line fer frá ....." nú fara vit at ferðast trala lalala ..."

Eitt er vist. Feria angar væl av øllum tí besta, vit minnast aftur á. So tað vil eg eisini ynskja øllum, góða feriu. Úti ella heima. Tað hevur minni at siga.


Hesi ljósu summarkvøldini, angin av bøi og sjógvi, spæl frá morgni til "myrkurs" og tað er ikki neyðugt at skunda sær í song, tí skúlin er liðugur.

Og her er tað so, at ymiskt kemur sníkjandi. Eg lesi her og har, at børn við lesitrupulleikum hava ilt við at finna skúla/lesi stevið aftur eftir feriuna, ja faktisk sverari enn onnur børn, og tí er eitt gott hugskot at fáa teimum lesivenjing í feriuni. Skipað sum skeið og minnist for Guðs skyld til, at tey lesa 20 min. hvønn dag. Eisini í feriuni. Og annars at alt tað, sum vit dagliga gera saman við børnunum, skal hava lesivenjing innbygda. Eg meini tað!

Stakkals børn. Stakkals foreldur. 
Og orsaka meg øll vælmeinandi fólk.
 forget it!

Og tit, foreldur og børn!
Farið tit og bakið pannukøkur, vassið og svimjið, súkklið og whatever, ipaddurin kemur eisini í spæl, jú, jú fullvæl vita vit tað, tað er eisini feria og spæl.
Og um kvøldið, tá Hákunardrongurin kemur á vitjan, tá kanska onkur gevur sær stundir at lesa úr Astrid Lindgren "Søgur". Men tað er fyri at gera upplivingina av degnum enn betur og fyri at njóta seinastu minuttirnar áðrenn eyguni kaga handan eygnalokini.















Góða summarferiu øll somul.
Minnist til at njóta hana.



tirsdag den 8. august 2017

At leypa á sjógv



    Dagur í viku

         ....... ella dagur í Vík



Leygardagur.
Tíðliga á fótum. Pakka svimjiklæðir og alt tað góða, ið skal á borðið aftaná svimjitúrin.
Fimm fittar, fríar frúur


Vælkomnar, sigur frúan í nr. 8


...... og áðrenn nakar varnast, so eru hvítu kápurnar á veg oman í fjøruna.
....fíni profilurin hjá Elisabeth er uppá pláss....sjálv havi eg ongantíð dugað hettar við selfies... prógvið sæst niðanfyri. 


Sandurin, sum var her í fjør, er farin sín veg. 



Her er vakurt, stilt og gott veður.


Eg sigi einki, men eg eri um at kódna í látri, tá eg hyggi at hesi myndini. Ein av mínum yndis!


So at eta, tosa og flenna í nakrar tímar....


Tá vit nú eru farnar heimanífrá, so kunnu vit líkasovæl spæla turistar eina løtu.
Góðu konur, túsund takk fyri ein minniligan dag.


søndag den 4. december 2016

Jólini eru gávutíð

Jólabræv 


Fíggjarlógin 2017 skal samtykkjast í seinasta lagi 31. desember 2016

Børnini gleða seg. Vit vaksnu leggja nógv fyri, at alt skal verða klárt til stóru høgtíðina. Hugni, matur og gávur. Hettar er ikki tíðin at ørkymlast og hugsa tankar, ið ikki eru um reyðar sloyfur og knirkandi jólapappír.

Men hóast tað, so eru vit nøkur, ið ikki ordiliga kunnu sleppa gleðini leysa. Akkurát sum tá tú hevur ein stein í skónum, sum liggur har og minnir teg á, at tú skalt ikki ganga her og vera alt for glað, so liggur hettar og gnagar og vit fáa ilt, ikki bara í fótin.
Vit, Felagið fyri Lesi- og Skriviveik,  góvust í Lesihúsinum í Tróndargøtu 24. november. Vikuna áðrenn var uppslag at lesa á uppslagstalvuni, har vit vórðu biðin um, ikki at taka nakra undirvísing ella líknandi uppá okkum áðrenn 4. januar 2017. Var onkur, ið hevði hjálp fyri neyðini til dømis til hjásitara til próvtøku, máttu vit fara til avvarðandi stovn at biðja tey gjalda.

Okkara játtan fyri árið 2016 er uppi.

Arbeiði er tó ikki uppi.

Vanligt er, at børn og foreldur jubla, tá tey fáa jólafrí, men eingin í Tróndargøtu jublaði.Tvørturímóti.

Vit vildu so fegin arbeitt fram til jóla. Okkara Vinnuháskúlanæmingar, Tekniski Skúla næmingar, Seturs næmingar, okkara bólkur av fólki, ið ongan kjans høvdu, tá tey gingu í skúla  og so tey skúlabørnini, ið hava funnið eina trygga læriholu hjá okkum, tey jublaðu ikki.
Kanska tey hava kent á sær, at vit eru heldur ørkymlaði fyri tíðina?
Okkara í forvegin lítla játtan, 1,6 mill á fíggjarlógini, er skorin við 200.000 kr. Tað er ómetaliga nógvir pengar í okkara arbeiði. Spent bíða vit, hvat fer at henda við aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógini. Vónin er, at hasar 200.000 verða lagdar í aftur okkara játtan.

Uttan at fornerma nakran ella at virka sjálvglað, so haldi eg, at vit róliga kunnu staðfesta, at vit vita best, hvør tørvur er á okkum og okkara arbeiði. Argumentið at skerja okkum er, at okkara arbeiði er partur av fólkaskúlanum. Skilji, hvør í skilja vil. Tørvurin hvørvur ikki, fyri tí um fólkaskúlin nú hevur orðblinda skreening í 3. flokki og aðrar royndir í 4. flokki og 6. flokki. Tíverri má eg siga at tað øvuta er veruleikin. Ongantíð áður hava so nógv sperd foreldur vent sær til okkara, tí barn teirra er “dumpað” til orðblindatestina og skúlin hevur einki at bjóða.
Og annað er so, at okkara arbeiði í høvuðsheitum vendir sær til aðrar aldursbólkar enn fólkaskúlan. Fólkaskúla næmingar upptaka umleið 25 % av okkara virksemi.

Tey, ið ikki hava lesi – og skrivitrupulleikar tætt inn at sær,  kunnu ikki ímynda sær ta sorg, tað stríð og strev hesi børn, foreldur og ungu í útbúgving annars hava. Og so tey, sum ongantíð fótaðu sær, tá tey gingu í skúla.
Hesi, eru okkara næmingar.

Tað er eingin, ið ger tað arbeiði, vit gera. Vit gera ikki bara nakað við lesi- og skrivitrupulleikar, vit gera nakað við alt menniskjað, og tað er umráðandi.
Tað kann vera, at ein næmingur hevur spurningar til Almannaverkið ella skúlaverkið, so hjálpir felagið næminginum.
Altso, tað steðgar ikki í úthurðini her. Tey koma inn og fáa staðfest trupulleikan, sum ofta ikki er so einfaldur, sum tað sær út í fyrstu atløgu. Yvirhøvur hanga aðrir trupulleikar uppií.
So hjálpa vit at fara við honum til viðkomandi skúlar, lærupláss og Mentamálaráðið viðhvørt, tí onkustaðni er hann steðgaður upp í systeminum.
Hetta menniskjað fer ikki til Mentamálaráðið og krevur sín rætt. Felagið fyri Lesi- og Skriviveik er tann røddin, sum veit, hvat næmingarnir hjá felagnum hava rætt til. Her gera vit tað, vit eru ment – við okkara førleika – at leggja viðurskiftini hjá næminginum til rættis.

Vit gera alt fyri okkara næmingar, rætt og slætt alt!

Fólkaskúlin roynir at gera sítt fyri sínar næmingar, men nógv verður lagt á skúlan at orna og seinasta átakið er orðblindatestir. Tað átti at verið so gott, so gott,  men tá neyðugu játtanirnar at taka fylgjurnar av testunum ikki fylgja við, so er lítið vunnið, og so leita tey sær hjálp í Lesihúsinum her í Tróndargøtu. Og eisini tað hava vit merkt í hesum skúlaárinum.

Aðrir lærustovnar megna ikki at taka sær av sínum lesiveiku og orðblindu, tey koma eisini til felagið í stórum tali. So skulu vit skerjast, kemur tað at merkjast hart hjá nógvum.

Vit hava hoyrt, at ein orðblindaflokkur er á Sct. Frans, men eingin veit at siga um hendan flokk, og einki orð stendur á heimasíðu skúlans. Vit hava spurt okkum fyri, men eingin skúli, vit hava tosað við er kunnaður um nakran orðblindaflokk, og MMR svarar ikki fyrispurningi hesum viðvíkjandi, so tað velja vit at taka sum leysasøgu.

So kanska skilja tit, at hesin steinurin liggur her og gnagar seg gjøgnum hold og skinn og jólagleðin ikki ordiliga vinnur inn? Hvat sker, um vit missa okkara játtan?
Vit eru best útbúgvin at taka hesar trupulleikar á okkum. Orðblindalærarar, lesivegleiðarar, serlærarar, Feuerstein instruktørar. Vit gera so fegin tað arbeiði, ið skal til. Men fíggjarligu karmarnir mugu eisini vera til staðar.
Okkara jólaynski er, at játtanin fer at halda tørn.
So rista vit skógvin og halda jól.

Gleðilig jól!

fredag den 17. juni 2016

Hon kom og hon fór

Drotningavitjanin






Soleiðis nevnist ein hugleiðing hjá Williami Heinesen.

Eg skal so ikki royna at koma nærindis hansara genialiteti, men bara stjala yvirskriftina eina løtu.
Somuleiðis loyvi eg mær at lána myndir frá fotografinum Álvi Haraldsen.

Onkur fór næstan til himmals tí gøtudanskt var málið, einasta málið, ið dugur er í, søgdu summi, meðan onnur høvdu meira nuanseraða støðu til tað fyribrigdið.
Og so kemur ein reportaga frá pressufundi. Heldur ørkymlað hoyri eg Finnur Koba kalla gøtudanskt fyri eina føroyska dialekt.

Onkur fekk riddarakross og onnur bóru seg undan.  Onkur vildi ikki sita til borðs við hátignini umborð á Dannebrog, men fegin í Norðurlandahúsinum.  Akkurát sum Jenis á Rana á sinni, ið ikki vildi sita til borðs við samkyndum forseta og krógvaði sína smáligheit aftanfyri sína trúgv, so vildi løgtingsformaðurin ikki umborð á Dannebrog og krógvaði seg aftanfyri sín politiskan lit.
Hartil kann so leggjast, at onnur í sama liti fegin notu ein góðan bita umborð.
Livst so spyrst!

Og tað eru ikki so nógvar meiningar um tað. Tað er heldur enn ikki smáttskorið!!


Annars haldi eg, at alt gekk sum eftir ánni. Eingin datt av ella datt um ella bara datt tó at onkur mundi dottið. Og næstan øll vóru bara glað.



Kingo sangarar loyptu slíkan hvøkk á hennara hátign, at hon mundi dottið. Gott, at nokk av fólki var at lofta henni.
Tað er so ikki gamal siður, at kingosangarar koma krúpandi, syngjandi undan gróti, sum er bundið uppá í øllum ælabogans litum?? Tað hevði óivað loypt hvøkk á so mangan. Men opinbart var tað bert hátignin, ið einki visti. Øll hini vóru væl kunnaði um kingo avrikið.



Myndir Álvur Haraldsen

Vit takka fyri hesaferð!

søndag den 17. januar 2016

Farið um jól og trettanda er..




Farið um jól og trettanda er 

Dag um dag kenna vit, hvussu dagarnir dragna.
Serliga nú, tá sólin í sínum gávumildni forkelar okkara regntungu
eygnalok.

Eg veit, at tað er risky business, at hálova várinum í januar mánaði. Minnist hesa tíðina í fjør, tá Vestmanna varð avbyrgd frá umheiminum í fleiri daga.
Men tað veit denn, tá fleiri fylgjandi dagar eru sum í dag, so kann eg ikki lata vera!!! 
Vit vita tað væl, vit eiga nógv á, tá um veður ræður, men gott er ........
Vit fara at syngja ein løtu:



Farið um jól og trettanda er,
nú dagarnir fara at dragna.
Tá vita vit móti várið ber,
Tá vetraródnin má tagna.

Og foldin hon svav sær langan blund,
goymdi hon grøs, goymdi urtir.
Nú rísa man sól - nú komin er stund,
hon drepandi frost tiðnar burtur.

Nú várvónin rembist - brátt man hon sær brá,
undir snjóhvítu fonn mundi sova.
Hon rassast - hon ernast, í legu hon lá,
og gleðist, nú opin er smoga.
Nyholm Debess


lørdag den 12. december 2015

Leið 100 ein týsdag í desembur!


Busstúrur kl. 14:25




"Pabba, hvat er hattar?... pabba, fer sjafførurin eisini í sela?"..
"Pabba, hví stendur hasin bilurin har....."
Pápin svarar tolin. Allir spurningar hava sítt svar.
" Eg skal koyra buss, tá eg verði stórur, pabba, hví er hasin bussurin reyður....kunnu vit ikki koyra við einum reyðum bussi eisini? ....."
Teir eru tveir. Beiggjar. Og so pápin. Allarhelst hava teir ikki koyrt í bussi til Havnar áður.
Teir njóta túrin. Frøðin lýsur úr eygunum.

 " Vit koyra buss" verður sagt uppísaman. " Og eg havi mist eina tonn!"

Útsýnið í øll borð.

Eg siti sjálv bergtikin og síggi alt millum himmal og jørð, sum eg ongantíð havi sæð, ella bitið merki í fyrr enn í dag.
Ein traktorur, sum stríðist við eitthvørt í Kollfjarðadali, ein sjafførleysur lastbilur, ið stendur við tendraðum lyktum á áljósum degi uttanfyri Fast støðina, ja hvat ger hann har?
Jú, sjafførurin er farin at keypa sær sodavatn, pápin veit!

Tað regnar ikki, tað sirmar, sigur pápin. Og tað passar. Hattar er als ikki regn, tí tá tað regnar, kemur nógv meira regn á vindeyguni og man er noyddur at koyra viskararnar nógv harðari frá!!

Haldi ikki eg havi havt ein betri túr til Havnar í langsamiliga tíð!.
Takk fyri túrin Jón og Kristian og tann tolni pápin. Sum svaraði øllum við einum smíli!



søndag den 25. oktober 2015

Hvítt inni í Børmun í morgun



Vetur


25. oktobur. Fyrsti kavin liggur á Loysingarfjalli og inni í Børmun.
Tað var kalt at møta sjónum í morgun. Gníst og hvin at hoyra á brúnni.

Skaldið kvøður um veturin. Um trølskar nætur og mánaguda gand, um risar, ið skotrast um landið alt.




Vetur

Christian Matras

Snýst nú aftur knøttur, snarast jarðarknóri
- norðurheimur hølist undir døkkum tróðri.

Undir meginlon nú fegnast kuldaandar,
og í trølskum náttum mánagudur gandar.

Vítt um sjónaroyður brestast havsins drekar
- stirvnar streyma áir eins og trøllalekar.

Fyltust allar gjáir av tungum blindum trøllum
- skotrast um alt landið risarnir úr fjøllum.








søndag den 25. januar 2015

Binding, bindiklubbar, bindikonur, bindingarmynstur ......


Vit elska at binda ....

...og onkuntíð binda vit frið ....


Macho!!
Hendan uppskriftin verður eftirspurd til várs og summars, tá feriu sesongin byrjar. 

Bít serliga merkið í beltið. Ein fiks, lítil detalja!! Man kundi saktans sett ein lumma í eisini til fartelefonina!!

Eg havi lánt hesa myndina frá facebook bólkinum Bindiklubbin. Tað er ein fantastiskur bólkur. Eg eri totalt tikin á bóli av dugnaligheitini, uppfinnsomheitini og tí ídni, ið her verður lagt fyri dagin. Og hevur tú ein binditrupulleika, so vupti, tú spyrt og tú fært svar næstan áðrenn spurningurin er farin avstað!!
Ok, viðhvørt hendir tað, at meiningarnar verða nakað nógvar, men so er at halda høvdið kalt og bara velja úr rúgvuni!

Her verða myndir lagdar út av fínastu, handvirkaðu pløggum. 
Her fái eg hugskot og meira enn so, eina og báðar tvær uppskriftirnar við.


























Hendan troyggjan til dømis, er løgd út av eini ommu.

Hon situr og bíðar eftir ommusoninum. Vit vita ikki, um hann er á veg í verðina ella á veg á vitjan, men omman styttir sær stundir, kastar uppá og so kemur hendan troyggjan burturúr. 
Onkursvegna talandi stokkar má man siga.


Ein onnur kona kastaði uppá hesa í gjárkvøldið!! Tað er ikki eiti á. Neistarnir hava fokið um stovuna, ella hvar hon hevur sitið!



























Og uppaftur ein onnur kallar hesa troyggjuna sítt vikiskiftis arbeiði. Wau vikiskiftisarbeiði!!!
Tað er ikki smávegis, ið verður bundið. Eg haldi tað vera heilt einastandandi. 

Síðsta plaggið eg seti inn í bloggin, er ein dópskjóli. 
Enjoy
Kanska okkurt hevur inspirerað teg at finna stokkarnar fram og kasta uppá.


So kundi eg skrivað eina heila avhandling um bindiklubbar, men tað geri eg ikki. Eg njóti at vera partur av einum slíkum. 
Vil bert ynskja øllum bindiklubbum í landinum góðan bindibyr. 

























Hvat var lívið uttan stokkar!!!


lørdag den 3. januar 2015

Skulu vit vedda?

Eg átti mær eina húgvu ....


Og tað hendi í teimum døgum undan jólum, at móðir og sonur gingu í Havnar gøtum. So mangan hesar illveðursdagar komu tey framvið Gamla Bókhandli, har standmyndin situr á beinkinum.
"Hon sær køld út" segði sonurin
"Tað eru ráð fyri tí " segði mamman
Tá hettar hevði endurtikið seg nakrar ferðir segði mamman:
"Hvat kunnu vit gera við tað, sonur góði?"
"Kanska ein húgva hevði verðið góð" segði sonurin.
















So kastaði mamman uppá eina húgvu til standmyndina. Húgvan varð liðug og so fóru tey í býin at lata standmyndina í. Stoltur var sonurin, tá hann skoðaði verkið!
Og onkur portalur fekk søguna og setti hana á breddan. 

Omman var kanska eitt sindur skeptisk og helt fyri, at handan húgvan fer at sita á hasum standmyndarhøvdinum ein hálvan dag. 
" Hon man fara sín vey í skýmingini",  helt hon fyri.
" Pessimist",  søgdu tey við ommuna.
Og so veddaðu tey aftur og fram.
Onkur segði ein dag, onkur hálvan tíma og so onkur annar segði eina viku!
Hvør fekk rætt?? Eingin.
Húgvudagarnir gjørdust fýra í tali, so nú hoyrist standmyndin syngja:
"Eg átti mær eina húgvu...." sjálvt um tann sangurin einki sum helst hevur við standmyndir í húgvu at gera, men fyrsta regla passar bara sera væl til støðuna!

Gott nýggjár! 





mandag den 29. december 2014

Ver vælkomið Harrans ár


Jólatræið 



So grønt so sevjumikið so vakurt prýtt
tað er jólaaftan
stjørnan í toppin
og so verða ljósini tendrað
vit sita undrandi og skoða vakurleikan.
So dansa vit um træið
øll familjan og hundur
gleðin er stór
sangurin við
og so allar gávurnar
"nógvar eru gávurnar og hvør má halda á sínum"

5.dagur eftir jól
greinarnar eru heldur turrar
nálirnar
hava hug at loysna frá greinunum
einglarnir hava latið eyguni aftur

og í ovimorgin skal træið á nýggjársbálið!

Gott nýggjár og takk fyri árið!


søndag den 30. november 2014

Alt etið ... nochmal!






.....og goymdu sínar smalur!

...nei her er absolutt eingin, ið goymir smalur. Tær ansa sær sjálvum og leypa uppum hvørt hegn og inní hvønn garð og hvørja innhegning!!
Og er okkurt leskiligt innanhegns so mums... svølgt er tað!



Vit hava ruddað urtagarðin fyri veturin og gjørt klárt til gler, frost, illveður og  ...... 

Vetrarbit er smbr Sprotanum: eitt stórt stykki stikað til hjá seyði og neytum um veturin.  Eg havi stikað, roynt at girt meg inni við blómum, trøum og runnum. Ikki var ætlanin at enda sum vetrarbit, aftur í ár:






Persillan etin
Brobber etið
Pelargoniir etnar
Rósur etnar
Rhododendron etnar, við rót!
Stutt sagt: næstan alt etið
Alt uttan rosmarin og karry plantan, so vita tit tað!!








Og tað vóru hirðar á markini, ið goymdu at seyðafylgjum sínum.....
Nú eru hirðarnir farnir avstað eftir eitt drúgt summar.
Teir goymdu so bert at grindini og ikki seyðafylgjum. 
Seyðahirðin virkar nú innangarðs. Og herumleiðir eru örgrynni av leskiligum urtagørðum at fita seg við. Mín er einki undantak.
Og nú fara vit aftur at syngja "Tað sótu seyðamenn á vakt..." Her siti eg á vakt!! Og so fara vit at byggja uppá garðin so hann verður himmalhøgur!!
Góða advent!

mandag den 17. november 2014

Jólatúr?




Jólagávur við hjartanum, men tað er ikki neyðugt at leggja heilan frá sær fyri tað!!

Desember er ein avbjóðing hjá summum!

Longu tíðliga í november byrjar tað!

Tey skulu til 43 jólaborðhald
21 jólaavslutningar
14 jólaveitslur
5 jólaleikir
Tey hava etið 3 kg av jólakøkum 
4 l av mandlurísum
3 pk av kirsuberjasós
og so alt tað leysa.
Tey orka ikki meir og gleða seg til 1.januar 2015.
Tað er stór synd!
So eg havi eini góð góð jólaráð..
Sloyfa heila lortið. Tak sjálv ræðið á desember mánaði og ger hann til tín egna jólamánaða!! við tykkara stákan og virkan. Lat alt hitt liggja! Blunda og koyr jólaperur í oyruni!

Og for Guðs skyld, hevur tú hug til handan jólatúrin uttanlands... so far, men ikki at keypa gólagávur, nei, tí tær keypur tú heima í Føroyum, um tú ikki hevur gjørt tær sjálv.



Her er so eitt sindur av egnari framleiðslu. Og gávur, ið eg eri øgiliga glað fyri, at onnur hava gjørt og givið mær!! 























Gev genialan tónleik. Eg havi trý super fløgu lp hugskot: Story Music Teitur, Eivør / Ginman og so Ave hjá Benjamin og Peturi.

















Keramik úr Leirlist/ Guðrið Poulsen. (Ovastu hillina eigi eg vist sjálv mestu æruna av)

Oljuberja krukkan frá Hildur Hermansen.  
Njótið so november og desember. Keypið gávur tykkum dámar. Njótið myrkrið við einum, fimm ella 50 kertuljósum ella marglittu ravmagns ljósunum, tú fært til keyps allastaðni. 
Bara njótið myrkrið og regnið!! 

søndag den 2. november 2014

Ein brún hurð í Tróndargøtu


At lesa at skriva og eta eina appelsin afturvið!






Ikki sær hettar út av nógvum. Ein gomul, nakað slitin hurð. Les - skriva og so nr. 40. Tað er tað.  Og skal eg greina fyri tykkum, so skulu tit skilja tað soleiðis: Tróndargøta 40 og innanfyri heldur Felagið fyri Lesi- og Skriviveik til.
Eg komi beint inn í eina lítla, tronga gongd. Full av skóm og yvirklæðum. Hurðin er opin innar í fyrstu skúlastovuna, sum eisini er kantór, fundarhøli og so øgiliga nógv annað. Og so er hurðin víðari innar í køkin eisini opin. Her er altíð onkur inni. Hettar er onkursvegna maskinrúmið. Her verða ætlanir lagdar, her verður tosað og flent og grátið. Og etið.
Anna Karin, formaður felagsins sigur, at eingin kann læra við tómum búki. Og tað er fantastiskt, hvat kann fáast í lag við køksborðið í Tróndargøtu 40.


Her er Elsa. Hon spyr um tú vilt hava eitt speilegg ella kanska eitt krúss av kakao?
Og tað er so nógv lættari at siga frá sínum trupulleikum yvir køksborðið við heitum kakao, te ella kaffi enn í einum fundarhøli. Soleiðis er tað bara!
Elsa og Anna Karin skera appelsinir, perur og súreplir og bera innar í øll rúm.


Teir dugnaligu lærararnir lurta, leggja sær í geyma og spakuliga tømist køkurin.
" Komið tit við okkum" siga Herbotg og eg.  4 næmingar koma við okkum. Tað eru tey vaksnu. Tey hava valt at síggja filmin The Fault in our Stars.  Tey halda hann vera so mega góðan. Eg havi keypt bókina. Endin er, at tey endurgeva innihaldið, skriva stíl um filmin og lesa brot úr bókini. Ein super arbeiðsgongd. Og her var nógv nýtt at læra. Alt á enskum. Lærihugurin í topp!!

Felags fyri allar næmingarnar er, at tey hava trupulleikar við lesing, skriving og rokning.
Felags fyri lærararnar er, at teir eru allir útbúnir lærarar, serlærarar, lesilærarar, orðblindalærarar og ein Feuerstein instruktør.
Her fáa øll góða hjálp.
Her verða tey møtt sum menniskju og ikki sum trupulleikar.
Her er ikki neyðugt at krógva seg.
Her trívast tey og tí kunnu tey læra.

Onkur fer uppá loft onnur í hølið við síðuna av og so fellur friður yvir Tróndargøtu og undirvísingin er so smátt farin í gongd undir allari lonuni.

Hesin bloggurin er eisini at lesa á heimasíðunu hjá felagnum fyri lesi- og skriviveik