mandag den 30. april 2012

Morgun



Renn, sól, upp úr havi so glæmu ung,
rís hátt á himinsins boga,


 
nú brotnar og brestur náttin tung,
og tindarnir taka at loga.
Nú eru vit aftur Alheims børn
og vakna í ríkum roða.

Nú hitar tú urð og flidnalond
og lendir í køldum gjáum,

tú skyggir á báru og hyljastrond
og lýsir í leskandi áum.
Nú lyftast upp fuglar, fólk og fæ
og lívgast av ljósum náðum.
Chr. Matras





Góðan morgun øll somul. Tí hetta er av sonnum ein góður morgun!


søndag den 29. april 2012

!Nú er nokk!
Tað er kalt. Vindurin býtur í oyru og kjálkar. Men tey ungu hava bjóðað til mótmælistiltak, og tá kann eg ikki sita heima.






Byrjanin var dramatisk og effektfull!
Samhaldsfasti varð jarðaður ! Sum seg sømir við presti og avvarðandi.
Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Grasagarð. Her var alt ókeypis: kaffi, (súr)epladjús, køkur og pylsur.
Og ikki at tala um - frálíkar røður frá SU, Unga Tjóðveldi, formonnunum báðum, og formenninir í javnaðarflokkinum og tjóðveldi sluppu eisini framat. Síðani var tónleikur og felagssangur. Endabrestin leveraði Jóannes Nielsen, rithøvundur og gamal kommunistur.
Ein gamal reyðsokkur sum eg fekk tó ilt í reyvina av, at eittans konufólk var á palli. Tað var Sunneva, for"maður" í SU. Annars vóru bert menn, ið hildu røður og leveraðu annað undirhald. Gamaní vóru nøkur konufólk í jarðarferðar fylginum, men men ... tit eru ung og eiga at hugsa um slíkt!!! ( hetta má við)


 Hesir tríggir tykjast at hava eitthvørt uppá hjarta!
 Meðan Elias og Luitjen høvdu tað eisini stuttligt :)

Eg takki fyri eitt gott tiltak!

søndag den 18. marts 2012





Gávur, ljós og 8.mars rósurna. Salurin er við at fyllast við fólki, les kvinnum og einum hana.


 Sum ikki einaferð, so hava sprundini úr Kvíkík funnið sær sess sum tær fyrstu.

7.da árið á rað standa vit  so her. Augusta og eg. Vit sakna eina. Hon er her, tað vita vit væl, og vit
hava sett reyðu rósirnar til hana....  vit siga vælkomin uppá okkara heilt serliga máta, sum eftirhondini er vorðin eitt show í sjálvum sær. Vóni, at vit kunnu halda stílin...


Røðan hjá Jenny var rámandi!!!

Um fólkaflyting og politikarar, ið krevja at taka seg saman..... og tjøldrini, ja hvussu kunnu tey finna uppá at koma ár undan ári?

Kristian og Kristianna sungu og spældu. Gávurík ung fólk, tað fjálgar í várkuldanum.
... so trein hann á pall, einsamallur.. hmmm hvar er Beinta?
.. ov sein kanska??
ok, ok ... so kom hon endiliga ... við stórari tasku, við nokk av øllum í ....
og sjovið feyk eftir pallinum....

.. og út í salin, millum fólk

... fingurin var á lofti

meira enn einaferð.

Áskoðarar vóru nógvir (ar)


Kristianna fekk næstan seinasta orðið av pallinum.
Eitt fantastiskt kvøld á Bryggjuni.
Takk fyri øll somul!!

lørdag den 17. december 2011

Rudolf Nielsen 1925
Storby-natt

Jeg går og drømmer i den lange gate
på bunden av den milevide by.
Så langt jeg øiner løper denne flate,
som skinner med en glans lik valset bly
i skjæret fra de høie buelamper.
For det er natt. Og det er lyst og godt
her nede på de asfalterte dybder.
Forlengst er dagen og dens mørke gått.

Nu er tiden da de gode sover.
En klokke slår den annen time inn.
Det runger langsomt fra et sted høit over
de mange buelampers hvite skinn.
Som i en veldig tunnel klinger lyden
av mine skritt imellem vegg og vegg.
En kvinne smyger hånden i min lomme
og henger ved mig som en sulten klegg.

En prikk av lys blir synlig langt derhenne
hvor gaten ender i en loddrett sprekk.
Det dirrer av en lyd jeg skulle kjenne...
Og prikken blev en bil. Men den er vekk.
Jeg hører motorsurret langsomt svinne
langt inne mellem disse tause hus.
Men fjernt som fra en kjempestor konkylje
slår byen ut sitt monotone sus.

Og varm av lykke går jeg her og kjenner
i dette dyp har jeg mitt hjem, min rot.
For her er allting skapt av mennskehender -
fra lyset ned til stenen ved min fot.
Her blinker ingen stjerner gjennem natten
som stumme trusler om en evighet,
her hvisker ikke mulmet mot mitt øre
sin uforståelige hemlighet.









 Nøkur orð frá gamla, norska kommunistinum, ið sjálvur doyði sera ungur.
Sjálvt um eg eri uppvaksin við sjógv og haga og bert havi búleikast eitt 20 ára skeið í stórbýnum, so sigur Rudolf Nielsen mær nógv.
Gott vikuskifti
Og góðan 4. adventssunnudag.

søndag den 4. december 2011

Túrur inn í Dal 
Áðrenn kavin kom


 Eini nýgg hús við vegin?
 Kanska Pippi er flutt inn?
 Grannahúsini eru vøkur í síni skirvisligheit

 og myrkrið kom
og sjálvur prinsurin Henrik eigur okkurt minni herumleiðir. Hann skuldi koyra framvið á vitjan síni, og hvør løkur fekk stoypt ein kant so prinsurin kundi ganga trygt framvið....
og friður valdar undir lonini.
Kúgvin og hesturin eru innandura ....